Vánligir dómarar oyðileggja fótbóltin

- og seta spælarar í óneyðugan vanda fyri at fáa varug og álvarslig mein
FSF er eitt løgið forum, serliga tá tað kemur til dómarar í Formuladeildini.
Eg skilji væl venjaran hjá B36 og eg hevði eisini skilt venjarin hjá Skála (og aðrar) um hann hevði gjørt tað sama  um ikki meiri, bæði í dystinum B68-Skála, Skála-GÍ.

Jón Ellendersen
Ein heimleysur fjeppari


Wrestling á Toftum
Í fyrr dystinum var serliga ein spælari hjá B68, sum konsentraraði seg meiri um at bróta armar og bein á skálamonnum enn at spæla fótbólt. Men dómarin lat ikki við seg koma. Heldur ikki tá hesin B68ari fyrst feldi Alexandur við einum sera grovum og ljótum frísparki og 20 sekund seinni feldi Paula við einum enn grovari frísparki  bæði fyri nøsini á dómara og linjuverja. Báðir máttu út við skaða og eru enn skaddir.
Frísparkið móti Paula helt dómarin hava so lítið upp á seg, at hann ikki so frægt sum støðgaði dystinum hóast Pauli lá við nógvari pínu. Pauli rópti á dómarin og bað hann støðga dystinum, men tað gekk lang tíð áðrenn nakað hendi. B68arin fekk hvørki ávaring ella kort, heldur ikki fyri at halda fram við sama ljóta og grova spæli til dystarlok. Og mín sann, hann var ikki einsamallur og dysturin líktist meiri og meiri einum B68 liði, sum ikki hoyrir heima í Formuladeildini, men í onkrari wrestlingkapping í USA.
Venjarin hjá B68 lovprísaði hesum sansaleysa spæli aftan á dystin.

Straffi fyri at fáa bóltin á nøsina
Í 1. minutt fekk GÍ straffi fyri at Milic fekk ein bólt so dygt á nøsina, at hann stakk upp at bløða og tók hondina upp til nøsina. Linjuverjin, sum væl og virðiliga sá, at Milic ikki fekk bóltin á hondina, men á nøsina, var samdur við dómaranum um, at her skuldi dømast straffi. Helst sum hevnd fyri okkurt, Milic fyrr hevur gjørt  ella: fyri at geva VB/Sumba betri sømdir???
Skála fekk eitt straffi, men 2 ferðir eftir hetta, vóru 2 skálamenn skræddir niður inni í brotssparksteiginum, beint fyri nøsina á dómaranum, uttan at hesin lat við seg koma. Og tá Pætur fekk Føroya ljótastu stempling In this Millenium, so knobbarnir stóðu eftir í beininum 1 tíma seinni, so lat dómarin ikki við seg koma. Í staðin gav hann Pæturi reytt kort eina løtu seinni fyri at leypa upp at skalla og detta  ja, detta  á ein GÍara.
Dómarin misti fullkomiliga tamarhaldið á dystinum tá dysturin var 1 minutt gamal, og verri og verri gjørdist støðan sum frá leið. Í B68-Skála dystinum havi eg ikki orð fyri, hvat dómarin misti, tí verri døming havi eg ongantíð sæð.

FSF  fornermaðir smádreingir
Men hvat ger FSF tá venjarar, fjepparar og onnur finnast at slíkari  fyri spælararnar  vandamiklari døming? Teir eru fornermaðir og hevna seg inn á venjarar og fjepparar. Dómararnir fáa ikki so frægt sum eina átalu. Tað syrgiliga er, at henda vána døming kann kosta fleiri spælarum fótbólts karrieruna, so meint eru fleiri teirra skaddir. Men eins ringt er, at fleiri spælarar í dag illa tora í nærdyst, og tí ongantíð aftur í ár koma upp á tað støðið, teir vanliga hava. Teir ræðast tað grova spæli, sum Odd the Todd, Lassie og Poul Au loyva á vøllinum, og so skal Lassie vera Fifa góðkendur dómari. Tað sigur ikki so lítið um restina!
Nei, rætt skal vera rætt, hesir 3 eru í serklassa  vánaligir, líkasælir, óreinir, tí teir eru fullkomiliga líkaglaðir við, at fleiri og fleiri spælarar verða so illa meiddir, at teir ganga skaddir í meiri enn eitt ár og fáa teir EIN skaða afturat, av sama slagið, so eru teir ferdigir sum poppsangarar! Og tað er hetta, sum fær meg at blanda meg í orðaskiftið, eisini tí bæði dómarar og FSF eiga at vita, at ávísir venjarar eggja spælarum at gera av við tann og tann spælaran  sum vit sóu í dystinum B36-HB.

Dia á Lava eitt fyridømi
Eg eri í teirri serstøðu, at hjartað liggur hjá HB, men Skála hevur nakrar dygdir, sum eg haldi vera sera spennandi, og tí havi eg valt at fylgja væl við teimum  eisini tí gamli venjari mín, Johan Nielsen, er venjari. So sum so eri eg uttanveltaður. Men eg gerist nakað so fúkandi óður tá eg síggi, hvussu teir 3 Odd the Todd, Lassie og Poul Au hovreiggja sær á vøllinum og seta heilsuna hjá spælarum á báðum liðum í vága. Og so hava teir ikki ferilin av myndugleika, eins og ein fyrrverandi dómari tók til sunnudagin.
Eg minnist sera væl Dia á Lava og var imponeraður av tí myndugleika, hann stýrdi dystunum við. Tað sama kann sigast um Kim Ejdesgaard  sum tó hevur fingið mangt toyggið. Myndugleika, tað hevði Kim á vøllinum. Men seinastu árini er gingið av skriðuni og tað gav av at býta í 2005, tá ein ávísur dómari eins og eitt smábarn stóð og lippaðist, tí hann tordi ikki inn á vøllin at døma fyri áskoðarunum og spælarunum, tí hann fekk so nógvar ábreiðslur. Her tóku spælararnir um endan og fingu mannin út at døma  eina vána døming. Navnið á manninum er óviðkomandi!
Men hetta sigur ikki so lítið um tað dómaraóskil, sum valdar, og tað nyttar ikki, at FSF ferð eftir ferð fer út og skeldar venjarar og fjepparar. Tað eru nakrir dómarar, sum ikki megna at stýra einum dysti, og teir gera so nógvan skaða fyri føroyskan fótbólt, at spælið fer singlandi eini 10-15 ár aftur í tíðina, tá útlendinar mangan ræddist at spæla móti føroyingum, tí teir spældu so ljótt og groft spæl, vandir við at sleppa at liva og láta sum teimum lysti, tí dómarin ikki megnaði at stýra dystinum.



Ikki fornermilsi, men rættvís eygleiðing
FSF má fegið uppfata hetta sum ein óður fjeppari ella órættvísa viðferð av dómarum ella okkurt annað, sum teir plaga at koma við. Men taka teir ikki vána skilið í álvara, liggja menn eftirá við skaðum so álvarsligum, at tað ikki bert er spurningur um fótbóltskarrieru, nei, tað kann skjótt gerast ein spurningur um lívskarrieru og lívskvalitet sum heild. Og spyrji, tit í FSF um ikki hópin av fólki, eisini umboðsfólk hjá FSF, sum eygleiða dystir, hava somu áskoðan!? Hetta snýr seg um rættvísa eygleiðing, ikki fornermilsi.

FSF  setið heilsuna hjá spælarunum á dagsskránna, ikki dómarin!
Spælararnir kunnu lastast, á ja, men tá venjarar (summir) leggja upp til at gera av við ávísar spælarar, so eru spælararnir helst aftast í skuldarrøðini. Fremstir eru tó dómararnir! Tað eru teir, sum skullu syrgja fyri, at sovorðið ljótt, groft og ódámligt spæl, sum vit hava sæð í ár - frá B36 (móti HB, sum heldur ikki vóru ov fínir í kantunum, tá teir við vilja jarðløgdu stjørnuskotið hjá B36; teir gjørdu av við ein spælara, sum var ein fótbóltslig hóttan, ikki ein likamlig), frá B68 (móti Skála) og frá GÍ (móti Skála) o.sfr.  ikki kemur fyri. Og teir 3 eg havi nevnt, hóast nøvnini eru eitt sindur tillagað, eru í serklassa teir vánaligastu og vandamiklastu dómarar, føroyskur fótbóltur hevur átt seinastu árini.
Og tað er hetta, og tað fyri spælararnar vandamikla í vánaligu dømingini, FSF eigur at taka í álvara, heldur enn at vera so kvikir at skuldseta øll, sum finnast at, fyri at vera óndsinnað, órættvís o.sfr.
Tað ERU, og tað VERÐUR spælararnir, sum gjalda prísin. Tað er bara at hyggja at skaðalistunum, so sær FSF, at her er heilt, heilt, heilt galið.
Lat meg enda við at minna á eina hending í Gundadali, tá ein ávísur (KÍari) hjá B36 fór miðvísur yvir til ein mótspælara, sum ikki hevði bóltin, og skræddi beinini undan honum. KÍarin hjá B36 gekk einar 10 metrar yvir til mótspælarin, áðrenn hann gjørdi bart. Men dómarin, hann ypti øksl til eitt tað ljótasta og mest tilvitaða fríspark, eg nakrantíð havi sæð í heimshøpi, verri enn álopið hjá Schumacker á sinni.