sambandi við jólafrokstarnar. Tað vísir seg at vera alt ov vanligt, at fólk taka bilin við og líkasum ?bara? fáa sær ein einkultan og so heimaftur. Hesin einkulti verður oftani til fleiri dupultar, og tá er [...] jólafrokostarnir? verða hildnir um landið. HESIN siður - onkur vil helst siga óskykkur - hevur vundið nógv uppá seg og er tað helst ikki uttan ávirkan úr Danmark. Har er tað ?in? at hava jólafrokostar á nærum [...] er straks vandi á ferð, um hugsað verður um koyring. Hetta er so eisini ein sera vandamikil tíð til koyring, tí tað er bæði myrkt og oftandi hálka eisini. TAÐ skal tí vera okkara inniliga áheitan á allar
landið. Í hesum sambandi er tað okkara vón, at fólk fara at taka væl ímóti okkara blað- og myndafólkum. Vilja fólk vera heimildarfólk hjá Sosialinum, so eru tit heldur enn vælkomin til tess. Setið tykkum [...] við tí hugburði, sum er á blaðnum, nevniliga at vit skulu koma enn longur út, so er greitt, at komandi árini fara at hava nógv nýtt at bjóða uppá. Vit arbeiða í løtuni við eini ætlan um at betra prentmø [...] arbeiðsgongdina í blaðhúsinum meira effektiva og munadygga. Tað skuldi so sæst aftur í einum snøggari og betri blað. 1998 fer í so máta eisini at vera eitt broytingarár hvat innihaldinum viðvíkur. Vit fara
aftur, nú SPÍG er farin, er óvist. Men her er so ein møguleiki at taka alt málið framaftur so ella so, nú ein náttúrlig forðing er tikin burtur. HANN hevur so eisini sagt upp fleiri almennum stjórum, nakað [...] lopin framav, tá hann uttan so mikið sum at tosa við formannin í sjálvstýrisflokkinum, koyrir starvsfelaga sín frá. Men Palleba meinar nakað annað. Eftir Fimmaranum at døma, so eru mong nøgd við avgerð løgmans [...] oftast hevur verið at síggja og hoyra í loftmiðlunum uppá gott og ilt. Hvat fólk enn halda um henda fyrrverandi landsstýrismannin, so hevur hann - hann hevur eisini umsitið samskiftismál - dugað væl at tala
smátjóðir - men kortini við nøkrum av heimsins ríkastu økjum - hava vit so nógv til felags. Vit hava nógv at geva hvør øðrum og vit hava nógv at læra hvør av øðrum. Okkara lutur sum smátjóðir, ið vilja verja [...] mentanarligar. At tað júst í hesum tíðum koma út bøkur um føroyingar í vinnu í Grønlandi sigur so heldur ikki so lítið um, hvat vit hava at takka grønlendingum fyri, tá tað snýr seg um at troyta teirra fi [...] avnini datt niðurfyri og einki útlit var fyri at menna hetta av nýggjum hevur tað kanska verið so sum so við vinnuliga samstarvinum. Spurningurin er um ikki føroyingar og grønlendingar aftur kunnu taka
ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. ÁHEITAN løgmans kemur eftir drúgvar samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt [...] tosa um. Harvið steðgaði málið upp og nú kemur so nýggjasta stigið í málinum. ÁHUGAVERT kundi verið at vitað, um avgerð løgmans er nakað, sum okkara fólk í samráðingarnevndini taka fult undir við, ella [...] tað vera rætt at fyritaka sær okkurt, so tá løgmaður ikki vil leggja nakað nýtt uppskot fram undir tingunum sum aftursvar til útspælið hjá bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at fara inn í eina
annan mannin, hóast stóra framgongd. SOLEIÐIS sum gongdin hevur verið seinastu árini, so kom tað neyvan óvart á fólk, at fólkaflokkurin skuldi fáa eitt gott val. Tað sýnist sum um at raksturin altíð er [...] sína atkvøðu. Hetta sæst m.a. av stóru framgongdini í Vági. At fólkaflokkurin hevur profilerað seg nógv í sitandi samgongu man helst eisini hava komið væl við til fólkatingsvalið. TAÐ man vera komið óvart [...] komandi løgtingsval. Framgongd fólkafloksins fer neyvan at vera tann sama til eitt løgtingsval, tí so nógvar atkvøður frá ?kristiligu? flokkunum er farnar til fólkaflokkin.Tær fara at finna heimaftur tá
týdningarmikið enn nakrantí, hvørji fólk vit velja á fólkating at umboða okkum øll. Tað er stórt spell og sera óheppið, at tað í dag eru tvey borgarlig og konservativ fólk, sum umboða alla ta føroysku tjóðina [...] sjálvur! Óli Breckmann er føroyska svarið uppá Kirsten Jacobsen. Tosingarháttur hansara er so nið ursetandi og so mannminkandi, atvanligir danir, sum bara hava hoyrt Óla Breckmann tala søk Føroya, venda [...] verður fólkatingsval. Hóast hetta valið ikki hevur havt tann stóra áhugan millum føroyskar veljarar, so plagar uppmøtingin kortini at vera rímuliga høg, tó langt frá tí vit uppliva til eitt løgtingsval.
merkir, at tey, sum hava bestu inntøkuna í arbeiðsárum, eisini skulu fáa mest í ellisárum. Fólk, sum ikki hava so nógv vinnuligt arbeiði, t.d. í smábygdum, fáa tískil lítið og einki úr sonevndu »Fólkatryggingini« [...] og var inngjaldið hækkað upp í eini 5-6 prosent, ella meiri, sum er tað vanliga, fólk gjalda til eftirlønarskipanir, so hevði útgjaldið verið hægri. Hevði peninganøgdin í grunninum verið størri, hevði [...] Inngjaldið má eisini hækkast, so útgjaldið verður størri. Á hinum nógnum hevur Fólkaflokkurin skotið upp eina »Fólkatrygging«, sum ikki byggir á samhaldsfesti, solidaritet. Fólk gjalda inn eftir førimuni,
eitt nú í Nóatúni, eiga vit so avgjørt ikki at undirmeta. Har arbeiða kompetent fólk við at granska í eitt nú í havumhvørvi. HESA seinastu tíðina hava vit hoyrt rættiliga nógv um áhugan og tørvin á gransking [...] aðurin Eilif Samuelsen gjørt eitt stórt arbeiði í so máta. Nú er so hjá eftirmanninum Signari á Brúnni at arbeiða víðari við málinum. NÚ frætta vit so, at tríggir føroyingar, allir við hægri útbúgving [...] gransking eisini hava við sær, at vit fáa eitt nógv sterkari bein at standa á í fiskivinnuni. So her eru nógvir møguleikar. TÁ hugsað verður um granskingina, so mugu vit ikki gloyma tey humanistisku økini
matinum. Samstundis eru fólk farin at drekka minni av tí sterka slagnum. Men ein vansi er, at tú í dag sært fleiri full fólk á gøtuni vanligar yrkadagar, enn tú gjørdi fyrr. Hetta kundi so bent á, at tað ikki [...] samstundis vita vit, at fólk fara ikki at drekka minni bara við at nokta fleiri skeinkiloyvi. Vit kunnu staðfesta, at drykkjumynstrið í Føroyum er broytt seinastu seks árini: Fólk eru farin at drekka øðrvísi [...] ikki verður gjørt nóg nógv við upplýsingina, sum í kjakinum um rúsdrekkalógina í 1992 var sera nógv frammi. Okkara tilmæli til landsstýrismannin er, at hann skal hyggja upp á skipanina við skeinkiloyvum