Upplýsingin og skeinkiloyvini

Tað eru í summar liðin seks ár síðani, at vit í Føroyum fingu nýggja rúsdrekkalóg, sum bæði gav loyvi til sølu av rúsdrekka í Føroyum og loyvi hjá matstovum og ølklubbum at skeinkja sterkt

Tað eru í summar liðin seks ár síðani, at vit í Føroyum fingu nýggja rúsdrekkalóg, sum bæði gav loyvi til sølu av rúsdrekka í Føroyum og loyvi hjá matstovum og ølklubbum at skeinkja sterkt.


Føroyingar hava ikki altíð verið samdir í hesum máli. Summi meina, at rúsdrekka fullkomiliga skal verða givið frítt, onnur mæla til varsemi, meðan uppaftur onnur vildu varðveita nøkulunda ta skipanina, sum var.


Kortini kunnu vit í dag staðfesta, at nú vendst ikki aftur - rúsdrekkasøla í Føroyum er komin fyri at vera. Broytingar í rúsdrekkalógini í framtíðini fara helst at snúgva seg um skeinkiloyvini. Skipanin við rúsdrekkasøluni virkar sum væntað, og verður kravið um fría rúsdrekkaslølu valla at styrkjast fyribils.


Í undanfarna landsstýri var tað Ivan Johannesen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsat skeinkiloyvini, og var tað tí hann, sum kundi gera av, um fleiri loyvi skulu gevast, ella ikki. Ivan Johannesen tyktist vera trekur, og var tí ikki eitt einasta nýtt skeinkiloyvi givið.


Tórshavnar Kommuna hevur fleiri ferðir víst á sína ónøgd við, at fleiri skeinkiloyvi ikki verða latin í býnum. Tað vísir seg, at matstovur illa klára seg í kappingini, fáa tær ikki skeinkiloyvi, og sigur kommunan, at skipanin við skeinkiloyvum avlagar kappingina.


Tað verður tí spennandi at frætta, hvat nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge, fer at gera: Fer hann at geva matstovum og náttklubbum frítt spæl, og siga sum Tórshavnar Kommuna, at øll, ið uppfylla treytirnar, fáa skeinkiloyvi?


Alt skal sjálvandi gerast við máta - og ikki minst við skili. Vit vita væl, at Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur mælt til ikki at lata fleiri skeinkiloyvi í Tórshavnar kommunu. Men samstundis vita vit, at fólk fara ikki at drekka minni bara við at nokta fleiri skeinkiloyvi.


Vit kunnu staðfesta, at drykkjumynstrið í Føroyum er broytt seinastu seks árini: Fólk eru farin at drekka øðrvísi, og er tað meira vanligt í dag at tú í einum føroyskum heimi fært vín aftur við matinum. Samstundis eru fólk farin at drekka minni av tí sterka slagnum.


Men ein vansi er, at tú í dag sært fleiri full fólk á gøtuni vanligar yrkadagar, enn tú gjørdi fyrr. Hetta kundi so bent á, at tað ikki verður gjørt nóg nógv við upplýsingina, sum í kjakinum um rúsdrekkalógina í 1992 var sera nógv frammi.


Okkara tilmæli til landsstýrismannin er, at hann skal hyggja upp á skipanina við skeinkiloyvum - lata fleiri loyvi, um tað kann gerast við skili - og ikki minst skal hann leggja nógv størri dent á upplýsingararbeiðið, enn gjørt er higartil.