Jólafrokostarnir

.

HETTA er tíðin, tá teir víðagitnu ?jólafrokostarnir? verða hildnir um landið.


HESIN siður - onkur vil helst siga óskykkur - hevur vundið nógv uppá seg og er tað helst ikki uttan ávirkan úr Danmark. Har er tað ?in? at hava jólafrokostar á nærum hvørjum arbeiðsplássi, og hetta er galdandi í stóran mun í Føroyum eisini.


SJÁLVANDI er tað gott, at starvsfólk kunnu hittast á henda hátt og gloyma vanliga arbeiðsdagin. Men her er eitt stórt menn, sum vit ikki kunnu ávara móti nóg ofta.


TAÐ er ferðslumentanin í sambandi við jólafrokstarnar. Tað vísir seg at vera alt ov vanligt, at fólk taka bilin við og líkasum ?bara? fáa sær ein einkultan og so heimaftur. Hesin einkulti verður oftani til fleiri dupultar, og tá er straks vandi á ferð, um hugsað verður um koyring. Hetta er so eisini ein sera vandamikil tíð til koyring, tí tað er bæði myrkt og oftandi hálka eisini.


TAÐ skal tí vera okkara inniliga áheitan á allar okkara lesarar um at lata bilin standa, tá farið verður til jólafrokost. Tit seta lívini hjá øðrum menniskjum í vága við at seta tykkum í bilin eftir slíka hugnaløtu. Brúkið apostlarnar ella almennu bussarnar. Latið okkum enda hetta árið víð at vísa, at vit hóast alt eiga eina ferðslumentan, sum sømir seg einum upplýstum og siviliseraðum fólki.