Ein CDE samgonga eftir løgtingsvalið

Verður úrslitið av fólkatingsvalinum mett sum eitt gallup fyri komandi løgtignsval, so er ikki ómøguligt, at vit fáa eina samgongu við javnaðarflokkinum, tjóðveldisflokkinum og sjálvstýrisflokkinum

FÓLKATINGSVALIÐ gjørdist ein stórsigur fyri fólkaflokkin og javnaðarflokkin. Sambandið varð stóri taparin, meðan tjóðveldið ikki megnaði at fáa annan mannin, hóast stóra framgongd.


SOLEIÐIS sum gongdin hevur verið seinastu árini, so kom tað neyvan óvart á fólk, at fólkaflokkurin skuldi fáa eitt gott val. Tað sýnist sum um at raksturin altíð er góður í hesum flokkinum, og helst hava mong av teimum ?kristiligu?, sum ikki stillaðu upp hesaferð, givið fólkaflokkinum sína atkvøðu. Hetta sæst m.a. av stóru framgongdini í Vági. At fólkaflokkurin hevur profilerað seg nógv í sitandi samgongu man helst eisini hava komið væl við til fólkatingsvalið.


TAÐ man vera komið óvart á mong, serliga sambands- og tjóðveldisfólk, at javnaðarflokkurin skuldi fáa annan mannin. Hinvegin er tað einki loyndarmál, at formaður javnaðarfloksins hevur dugað væl at profilera flokkin. Hann tykist at vera komin í fremstu røð í føroyskum politikki og verður verandi har. Tað sýnist eisini sum at tað gongur bert tann eina vegin hjá honum og flokkinum, og tað er uppeftir.


SERA áhugavert er at hyggja eftir valúrslitinum, tá tú tengir tað saman við eitt komandi løgtingsval. Framgongd fólkafloksins fer neyvan at vera tann sama til eitt løgtingsval, tí so nógvar atkvøður frá ?kristiligu? flokkunum er farnar til fólkaflokkin.Tær fara at finna heimaftur tá. Sambandið hevur helst eisini fingið nakrar av hesum atkvøðunum. Neyvan eru fleiri teirra farnar til tjóðveldisflokk og javnaðarflokk. Hetta merkir, at hesir báðir síðst nevndu flokkar kunnu gerast vinnarar við eitt komandi løgtingsval - og sama kann sigast um sjálvstýrisflokkin. Gerð løgmans at koyra Sámal P. í Grund úr landsstýrinum man fara vera boomerangur fyri sambandið. Tað fer at kosta dýrt.


EFTIR okkara tykki ber til við hesum valúrslitinum at geva eitt boð uppá eitt komandi landsstýri, sum fevnir um javnaðarflokkin, tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin. Hesir flokkar hava góðan møguleika at fáa meira enn 50% av atkvøðunum við eitt løgtingsval eisini. Stillar Fylkingin ikki uppaftur, so er givið, at tær atkvøðurnar síggja helst eina samgongu uttan fólkaflokk og samband. Skot okkara er eisini, at tað verður javnaðarflokkurin, sum fer at eiga komandi løgmann, og hann verður formaður floksins Jóannes Eidesgaard. Kann vera at hetta er at taka munnin ov fullan longu nú, men okkurt bendir á, at hetta kann blíva veruleikin.


UMRØDDA CDE samgonga verður so eisini tann, sum best kann føra út í lívið ætlanina um eina sjálvstýrislóg og annars byrgja upp fyri tí høgravenda rákinum, sum vit í løtuni uppliva við fólkaflokkinum og stavnamanni tess á odda. Eftir okkara tykki eitt skilagott val av eini samgongu. Tá mugu javnaðarflokkurin og sjálvstýrisflokkurin begrava stríðsøksina og reka realpolitikk, ið ikki er tengdur at persónum ella einstøkum málum. Hvat viðvíkur støðu javnaðarfloksins á fólkatingi ivast vit onga løtu í, at javnaðarumboðið fer at liva upp til tey lyfti, sum hann gav undan valinum, nevniliga at virka og arbeiða fyri føroyskum áhugamálum samtíðis sum ein roynir at betra um viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum.