BLAÐIÐ tit hava í hondini í dag er ein óvanligur Sosialur. Lýsingar frá SMS og øðrum lýsarum fylla stóran part av blaðnum. Avgjørt er at koyra blaðið í hvørt hús í landinum, nú vit hava gjørt ein faldara um møguleikarnar, ið eru við nýggja Internet Sosialinum. Í hesum faldara ber eisini til at tekna seg sum haldara av vanliga Sosialinum.
TAÐ er ikki hvønn dag, at høvi er at koma inn í hvørt heim í Føroyum. Hetta er tó málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í løtuni eru avmarkað til bert at kunna prenta 32 síður hava vit verið noydd til at taka út úr blaðnum Lýsingartorgið, sum annars er fastur partur av blaðnum allar fimm útgávudagarnar, um framt annað tilfar, sum so verður í blaðnum komandi dagarnar. Men fyri tey, sum ikki eru von at síggja blaðið, hava vit á síðu 4 og 5 í blaðnum í dag ein stuttan samandrátt av tí, sum blaðið vanliga fevnir um.
SOSIALURIN hevur verið í støðugari menning, síðani blaðið flutti í hølini á Argjum og vit kundu prenta blaðið á egnari prentsmiðju fimm ferðir um vikuna. Enn er tó nakað á mál. Men við tí hugburði, sum er á blaðnum, nevniliga at vit skulu koma enn longur út, so er greitt, at komandi árini fara at hava nógv nýtt at bjóða uppá. Vit arbeiða í løtuni við eini ætlan um at betra prentmøguleikarnar og at gera alla arbeiðsgongdina í blaðhúsinum meira effektiva og munadygga. Tað skuldi so sæst aftur í einum snøggari og betri blað.
1998 fer í so máta eisini at vera eitt broytingarár hvat innihaldinum viðvíkur. Vit fara sjálvandi ikki her og nú at avdúka alt tað vit arbeiða við, men kunnu tó siga so mikið sum, at vit fara at brúka meiri orku uppá at koma út kring landið. Føroyskir fjølmiðlar eru alt ov nógv miðlar fyri Havnina og miðsteðasrøkið. Hetta ásanna vit og royna eisini at taka í egnan barm. Brúk er fyri einum blað, sum fevnir um alt landið. Og tað er hetta mál, sum vit á Sosialinum hava sett okkum.
VIT eru longu komnir nakað áleiðis. Sum fyrsta føroyska blaðið hava vit eina lokalredaktión í Suðuroynni. Hesa fara vit at menna í komandi ári. Harumframt fara vit at seta á stovn líknandi lokalredaktiónir aðrastaðni í landinum. Eitt er tað at vera á staðnum og útvega tíðindi og annað tilfar. Annað er at hava gott samband við fólkið úti kring landið. Í hesum sambandi er tað okkara vón, at fólk fara at taka væl ímóti okkara blað- og myndafólkum. Vilja fólk vera heimildarfólk hjá Sosialinum, so eru tit heldur enn vælkomin til tess. Setið tykkum í samband við okkum í dag sum ein annan dag, og vit tosa um hetta.
NÝGGJASTA tiltak okkara er INTERNETBLAÐIÐ. Har fáa allir føroyingar úti sum heima møguleika at síggja Sosialin alt fyri eitt hann er skrivaður, líka mikið um tú er stæddur í Mykinesi ella á Bali. Tað ber til at tekna seg sum haldara longu nú. Umframt blaðið eru eisini fleiri áhugaverdar tænastur, eitt nú blaðarkiv. Avvarðandi hjá føroyingum, sum eru flutt av landinum ella eru farin burtur í lestrarørindum, hava her eitt sera kærkomið jólagávuhugskot, nevniliga at geva eitt nú børnum sínum, sum lesa í útlandinum, eitt Internethald. Og við at tekna tað nú er 50% í avsláttri.
NÚ blaðið er komið í hvørt heim í landinum vóna vit, at tit steðga á og umhugsa møguleikan at gerast haldari av blaðsosialinum og somuleiðis umhugsa hin møguleikan eisini, at halda Internetblaðið við teimum eyka veitingum, sum hetta hevur - umframt at brúka høvið til at lata føroyingum í útlandinum einastandandi jólagávuna - í 1998 at kunna fylgja við í nærum øllum tí, sum hendir í Føroyum - um somu tíð, sum tað hendir.
VIT skulu eisini nýta høvi til at takka lýsarum og lesarum fyri tykkara stóra áhuga fyri blaðnum. Uttan tykkara áhuga hevði blaðið ikki veriðfyri slíkari menning tað er í dag.