Rós og rís til ein frákoyrdan

Tað var ein skeiv gerð, tá Sámal Petur í Grund gjørdi av at niðurleggja Skotlandsrutuna. Men tað var ein skilagóð gerð at taka stig til at gera eitt mentanarálit, sum er ein hin fyrsta royndin yviryvir at orða ein mentanarpolitikk.

NÚ løgmaður gjørdi av at koyra Sámal Petur í Grund, landsstýrismann frá, eru viðmerkingarnar nógvar - í bløðunum, í Fimmara - í fjølmiðlunum sum heild. Ein av teimum, sum hevur arbeitt við stýrisskipanarlógini sigur við Sosialin, at løgmaður helst er lopin framav, tá hann uttan so mikið sum at tosa við formannin í sjálvstýrisflokkinum, koyrir starvsfelaga sín frá. Men Palleba meinar nakað annað. Eftir Fimmaranum at døma, so eru mong nøgd við avgerð løgmans og halda, at hon kom í tøkum tíma.


TAÐ er eingin loyna, at Sámal Petur í Grund hevur verið nógv í ?rampelyset?, síðani hann kom sær upp í politikk. Hann hevur umsitið øki, sum hava gjørt, at hann hevur verið kanska tann landsstýrismaðurin, sum oftast hevur verið at síggja og hoyra í loftmiðlunum uppá gott og ilt. Hvat fólk enn halda um henda fyrrverandi landsstýrismannin, so hevur hann - hann hevur eisini umsitið samskiftismál - dugað væl at tala fyri summum av sínum málsøkjum. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at gerðir aftan fyri orðini, hava avdúkað manglandi politiskt og samfelagsligt innlit og framskygni og tí gjørt hann sera ópoppuleran.


TAKA vit t.d. alt málið viðvíkjandi Skotlandssiglingini, og brúka tað sum barometur, so vilja tað vera mong, sum fegnast og halda, at SPÍG liggur, sum hann hevur reitt. Hetta málið taklaði hann út av lagi vánaligt. Líka mikið um Smyril var niðurundirkomin ella ei, so var tað landsstýrismaðurin, sum lorkaði okkum Skotlandssiglingina av hondum, eina sigling, sum framtíð kundi verið í, men sum varð steðgað av berum stuttskygni. Hetta eigur sjálvstýrisflokkurin at svíða fyri til valið. Ta dáragerðina fara føroyingar seint at gloyma landsstýrismanninum. Um her vendist við aftur, nú SPÍG er farin, er óvist. Men her er so ein møguleiki at taka alt málið framaftur so ella so, nú ein náttúrlig forðing er tikin burtur.


HANN hevur so eisini sagt upp fleiri almennum stjórum, nakað, sum m.a. hevur ført til, at javnaðarflokkurin hevur reist uggafjarðarnar og m.a. hevur lagt fram misálitisváttan á landsstýrismannin. Í tí eina av førunum fyriliggur sakarmál og verður tað áhugavert nú at vita, hvussu leikur fer fram, nú maðurin er koyrdur frá. Tað sakarmálið, sum fyrrv. stjórin á SL hevur reist, er eisini móti sitandi løgmanni.


NETTUP á SL-økinum hevur fyrrv. landsstýrismaðurin borið seg løgið at. Fyrst koyrir hann stjóran, tí hesin ikki hevur havt neyðuga ?yvirblikkið? - fyri síðani sjálvur - sum ketta upp úr høvdatrog - at koma við eini ?neyðhjálpsætlan? fyri at loysa ovurstóru trupulleikarnar, sum SL-flotin hevur at dragast við. Ein kann siga, at hetta er ikki sørt av lagnunnar speisemi, at maðurin, sum koyrdi ein almenna stjóra frá fyri ikki at hava ?yvirblikkið? - sjálvur var eiðasørur. Tá tað er sagt, so halda vit, at arbeiðið við Vágatunnlinum hevur verið gott politiskt handverk, har tað einaferð skyld ikki verður hugsað um atkvøður. Og tað er greitt, at landsstýrismaðurin eisini í øðrum málum hevur víst seg konstruktivan og positivan. Eitt nú er hann ein tann fyrsti mentamálaráðharrin, sum hevur gjørt eina roynd at orða ein mentanarpolitikk við álitinum ?Avmarkaður marknaður?. Vit síggja eisini, at hann hevur megnað at sleppa mentanarøkinum undan skerjingum í fíggjarlógaruppskotinum.


MEN í einstøkum málum hevur SPÍG ikki dugað sær hógv. Tað er har hann persónliga er farin inn í eitt einstakt mál so sum Múramálið. Har hevur hann verið sera óprofessionellur við m.a. at fara uttan um sínar egnu embætismenn til frama fyri ávísar áhugabólkar.


TAÐ tí er bæði rís og rós til henda í Føroya politisku søgu fyrsta frásetta landsstýrismannin. At hann er ofraður í Tinganesi vegna tvørrandi vilja til samarbeiði frá ovasta stað er eisini ein sannroynd. Vágatunnilin er ikki orsøkin. Helst er tað meira ynskið at sleppa av við sjálvstýrisflokk og tess ávirkan.