gjárkvøldið, tá tað byrjaði at skýma. Hann var einsamallur á túrinum, tá okkurt hendi við beininum, so at hann ikki fekk gingið víðari. Tá hann bað um hjálp var hann nærri Saksun enn Tjørnuvík, upplýsir [...] MRCC-støðini. Tað var klokkan 19.48, at MRCC-støðin fekk boð um, at ferðamaðurin hevði tørv á hjálp. Boð blivu send eftir bjargingartyrluni, ið gjørdi skjótt av og klokkan 20.30 var hon aftur á flogvøllinum [...] at hjálpa einum útlendskum ferðamanni, ið var farin til gongu úr Saksun til Tjørnuvíkar, tá hann fekk trupulleikar við beininum. - Tað var ein ferðamaður, ið var farin til gongu úr Saksun til Tjørnuvíkar
føroysku undirgrundini. -Fólk, sum eg hitti, tosaðu um føroysku oljuna, sum var hon til. Vit vita tað jú ikki, og tí ætla eini 15 oljufeløg sær at lata umsókn um leitiloyvi, men tað er kortini gott at vita sær [...] undirgrund. Týdning at luttaka Leivur Hansen dylur ikki fyri, at ferðin til Houston var eitt stórt upplivilsi og hevur hon eisini givið sær nógv at hugsa um. -Eg síggi, hvussu umráðandi tað er hjá okkum føroyingum [...] hóast hann var einsamallur føroyingur har, so kendi hann seg ikki einsamallan. -Tað kom heilt óvart á meg, at so mong fólk á messuni, kendu og vistu um Føroyar og at tey vóru so avgjørd um, at olja finst
føðidagfestingina 01.01.01. Tað var Sólvá Jacobsen í Havn, sum varð so heppin at eiga fyrsta føroyingin í hesi øldini. Hon var sett at eiga 29. des. So skuldi kortini ikki verða. Meðan rakettir og annað [...] 3825 gramm og var 53 cm langur. Sólvá og maður hennara Jóannes eiga frammanundan dóttrina Ragnhild, sum er 6 ár. Hon er sum vera man ógvuliga errin av at hava fingið ein lítlabeiggja. Og ikki minni errin [...] fyrsti føroyingurin í nýggju øldini at gera vart við seg. - Um tað vóru rakettirnar ella okkurt annað, sum settu verkirnar í gongd, veit eg ikki. Vit fóru á sjúkrahúsið klokkan hálvgum fimm og beint fyri
Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Marjun F. Danberg, ið fegnast um sigurin og tey átta málini, tí hon heldur ikki, at tað hevur gingið so væl til venjingarnar seinastu ferðirnar. 4) Hoyr samrøðuna [...] Hoydal gjørdi við Báru K. Hansen hjá Neistanum, ið greiðir frá, at tað var ikki tilætlað, at tað gjørdist so ógvusligt í støðuni tá hon fekk reyða kortið fyri at steðga Marjun F. Danberg í einari álopsstøðu [...] kvøld snúði tað seg um hjá kyndilskvinnum og neistakvinnum at vinna fyrsta plássið í innleiðandi bólkinum. Tað gjørdi Neistin við einum rættiliga tryggum 22-16 sigri. Í steðginum var Neistin á odda 9-5
hondbóltshøll, ið ikki kann hýsa landsdystum, tí hon lýkur altjóða krøv. Men Heðin Mortensen vil vera við, at tølini hjá sitandi borgarstjóra einki hald hava í veruleikanum, men at upphæddin var munandi lægri [...] eisini fram tað sjónarmiðið, at høllin var tað, ið feløgini í høvuðsstaðnum ynsktu. - Nei, einki er tvíhøllin nøkur skomm, tvørturímóti! Hon er bara enn eitt dømi um eitt býráð, ið lurtaði eftir tí, feløgini [...] Javnaðarflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum ikki leggur fingrarnar ímillum, nú hann blandar seg í kjakið um eina manglandi hondbóltshøll, har altjóða dystir kunna leikast. Annika
vit hava valt okkara sang við hjartanum og ikki við útrokningum av, hvør sangur kann vinna.« Blaðkvinnan á Aktuelt, Sørine Godtfredsen, var ikki í iva, tá hon sama dag sum europeiska Grand Prixið varð hildið [...] royndi at fáa fatur á blaðkvinnuni á Aktuelt, fekk blaðið at vita, at hon var í ferð við at skriva eina nýggja grein. Hesaferð var tað um mistaka seg? [...] seldi hon 40.000 eintøk í Danmark fyrsta dagin, men hesaferð varð tað metið so ruddiliga sligið. Stikk den! ?Smuk som et stjerneskud? var danska heitið á sanginum, men í tráð við tíðarandan var teksturin
duldi Ingeborg Vinther ikki fyri, at hon var rættiliga ørkymlað av tí, sum fór fram í samfelagnum, serliga á vinnulívsøkinum. Ikki minst, nú tosað verður so nógv um fullveldið, stúrdi hon fyri gongdini. ? Tí [...] gina hjá løgtingslimunum: ? Talan var um eina lønarhækking upp á meira enn 11.000 kr. um mánaðin, umframt at hon gav teimum aðrar fyrimunir, ið vanligir borgarar ikki hava. ? Eitt nú fær hvør einasti [...] prátað um, at vit sjálvi skulu klára okkum fíggjarliga, uttan at tað fer at hava stórvegis ávirkan á livikor okkara. ? Alt gott um tað. Gævi, at so kundi verið, segði Ingeborg Vinther. Men so legði hon afturat
er so komin um brúnna og hon verður lorað líka so spakuliga niður aftur, sum hon var hálað upp, og vit fara øll inn aftur at seta okkum, eftir at hava upplivað hesa sjón. Kanska kemur hon ongantíð aftur [...] Norrøna trampar ikki sum hon hevur gjørt og ristingarnar eru heldur ikki so ógvisligar. Tað kalda borðið var nakað væl meiri føroyskt í gjárkvøldi enn tað vanliga er, og eg havi góðar vónir um, at tað verður [...] apríl Beint fyri middag í gjár var skiparin, Jógvan í Dávastovu, í hátalarunum um alt skipið og boðaði frá, at hann var harmur um, at ferðin hevði verið so drúgv sum hon hevði verið. Eisini boðaði hann
bátarnir fóru um málið var munurin ikki so stórur, men tað var eingin ivi um, at tað var Vestmenningur, sum vann í heimasjógvi, og at tað harvið er spenningur í FM kappingini. Hoyvíkingur var væl við fyrra [...] talan vera um eitt vónbrot hjá Vestmenninginum á vestanstevnu í Vestmanna. Men so var tað, at Vestmenningur tók sær um reiggj. Kappingin stóð millum hann og Eysturoying, og á málinum var munurin ein [...] talan er um ein langan endaspurt, tað kann altíð metast um. Veruleikin er, at kappingin ímillum 10-mannaførini á 1000 metrum er heilt øðrvísi, enn hon er á 2000 metra málinum. Eysturoyingur var leingi fremstur
annað skeinkistað var stórt slagsmál, róp og øði og fullir menn og fullar kvinnur. Klokkan var eitt jólanátt. Hugsaði, hvar er gleðin, hví eru perurnar í gøtuljósunum ikki sterkari, nú ikki longur ber til [...] inn og bað um vodka. Nei, tey høvdu ikki vodka. Á veg útaftur kom róp í, teir bóðu meg koma aftur til diskin. Konan innanfyri fór undir diskin, og eg hoyrdi, at hon stoytti í eitt glas. Hon setti so eitt [...] Var í Póllandi á jólum. Sum altíð, tá eg eri uttanlands jólaaftan, fór eg í kirkju. Ikki av átrúnaðarligum fjøtrum, eg eri langt síðani givin at trúgva upp á jólamannin og aðrar forniskar menn. Eg upplivi