##med2##
Bæði liðini vóru víðari úr bólki 1 til hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini, og í kvøld snúði tað seg um hjá kyndilskvinnum og neistakvinnum at vinna fyrsta plássið í innleiðandi bólkinum.
Tað gjørdi Neistin við einum rættiliga tryggum 22-16 sigri. Í steðginum var Neistin á odda 9-5. Í fyrra hálvleiki fekk Bára K. Hansen reytt kort fyri at steðga Marjun F. Danberg óregluliga í einari álopsstøðu hjá Neistanum, og tað skerdi um møguleikarnar hjá Kyndli, ið tó fekk roynt nakrar ungar spælarar í seinna hálvleiki.
Beinta Hansen og Natasja Hammer vóru toppskjúttar hjá Kyndli við seks málum. Marjun F. Danberg var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.
Neistin endaði ovast við fýra stigum. Kyndil fekk tvey stig, og aftast var Stjørnan við ongum stigi.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Sigrun Mikkelsen taka samanum ein uppibornan neistasigur. Sigrun staðfestir, at har eru sveiggj í avrikunum hjá VÍF, Neistanum, Kyndli og H71, og tað ger kappingarnar í kvinnudeildini framúr spennandi.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Marjun F. Danberg, ið fegnast um sigurin og tey átta málini, tí hon heldur ikki, at tað hevur gingið so væl til venjingarnar seinastu ferðirnar.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Báru K. Hansen hjá Neistanum, ið greiðir frá, at tað var ikki tilætlað, at tað gjørdist so ógvusligt í støðuni tá hon fekk reyða kortið fyri at steðga Marjun F. Danberg í einari álopsstøðu.