Grov manipulatión av borgarstjóranum

- Hesi eru orðini, nú borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, við grovari manipulatión av veruleikanum roynir at leggja undanfarna býráð undir at hava brúkt pengar til einkis upp á tvíhøllina á Hálsi – og tað enntá ímóti betri vitandi!


Tað sigur Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum ikki leggur fingrarnar ímillum, nú hann blandar seg í kjakið um eina manglandi hondbóltshøll, har altjóða dystir kunna leikast.


Annika Olsen, núverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur annars funnist at undanfarna býráð fyri at hava brúkt 80 milliónir krónur upp á eina hondbóltshøll, ið ikki kann hýsa landsdystum, tí hon lýkur altjóða krøv.


Men Heðin Mortensen vil vera við, at tølini hjá sitandi borgarstjóra einki hald hava í veruleikanum, men at upphæddin var munandi lægri.


- Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna ongar 80 milliónir krónur hevur brúkt upp á at útbyggja høllina á Hálsi til tvíhøll. Tvørturímóti eru játtaðar knappar 51 milliónir krónur til útbyggingina í 2016 og 2017, og um tær sjey milliónirnar til flytiligu áskoðaraplássini verða taldar við, er samlaða upphæddin góðar 57,8 milliónir krónur, skrivar Heðin Mortensen og leggur afturat.


Í lesarabrævinum førir fyrrverandi borgarstjórin eisini fram tað sjónarmiðið, at høllin var tað, ið feløgini í høvuðsstaðnum ynsktu.


- Nei, einki er tvíhøllin nøkur skomm, tvørturímóti! Hon er bara enn eitt dømi um eitt býráð, ið lurtaði eftir tí, feløgini ynsktu og vildu hava, tí so stórt trýst var á verandi hallir, at bráðneyðugt var at fáa ein vøll aftrat til vega, skrivar Heðin Mortensen.


Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her