Bjargingartyrlan bleiv í gjárkvøldið boðsend at hjálpa einum útlendskum ferðamanni, ið var farin til gongu úr Saksun til Tjørnuvíkar, tá hann fekk trupulleikar við beininum.
- Tað var ein ferðamaður, ið var farin til gongu úr Saksun til Tjørnuvíkar í gjárkvøldið, tá tað byrjaði at skýma. Hann var einsamallur á túrinum, tá okkurt hendi við beininum, so at hann ikki fekk gingið víðari. Tá hann bað um hjálp var hann nærri Saksun enn Tjørnuvík, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Tað var klokkan 19.48, at MRCC-støðin fekk boð um, at ferðamaðurin hevði tørv á hjálp. Boð blivu send eftir bjargingartyrluni, ið gjørdi skjótt av og klokkan 20.30 var hon aftur á flogvøllinum við ferðamanninum.