Danmark innkallar amerikanska sendiharran í Danmark, Ken Howery, til eina samtalu í uttanríkisráðnum sum skjótast, tí amerikanski áhugin fyri Grønlandi er kyknaður aftur.
Tað upplýsir Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, við TV 2 News.
Hetta hendir eftir at USA mánanáttina setti ein serligan sendimann til Grønlands, sum Donald Trump, forseti frammanundan hevði sagt seg ynskja at taka við.
– Eg eri sera harmur um hesa setan og serliga útsagnirnar hjá sersendimanninum, sum eg haldi vera fullkomiliga óhóskandi. Fullveldið hjá kongaríkinum er upp til kongaríkið, sigur Lars Løkke Rasmussen við TV 2 News.
Mánanáttina útnevndi Donald Trump óvæntað guvernøran í Louisiana, Jeff Landry, sum serliga sendiharra USA í Grønlandi.
Landry er vitandi um, hvussu avgerandi Grønland er fyri tjóðartrygdina í Amerika, sigur Trump.
– Eg eri fegin um at kunngera, at eg seti einastandandi guvernørin í Louisiana, Jeff Landry, sum serliga sendiharra USA í Grønlandi.
– Jeff skilir, hvussu avgerandi Grønland er fyri okkara tjóðartrygd, og hann fer at fremja áhugamál okkara landsins fyri trygdina, yvirlivilsi hjá okkara sameindu - og sanniliga øllum heiminum, skrivar Donald Trump.
Donald Trump hevur fleiri ferðir luftað tankan um, at USA skal yvirtaka Grønland av trygdarávum.
Fyrr hevur Trump ikki noktað at útilokað at brúka hermegi til at fáa valdið á Grønlandi. Hetta hevur elvt til øsing, tí Danmark, Grønland og USA hava verið sameind lond í áratíggju.
Útsøgnirnar elvdu til altjóða politiskan ófrið og stuðlaðu undir, at viðurskiftini millum USA og danska kongaríkið í eitt tíðarskeið vóru ógvuliga spent.
Danska stjórnin hevur ikki dult fyri, at áhugin hjá amerikanska forsetanum skjótt kann blásast upp aftur og versna sambandið. Sambært Løkke hevur áhugin altíð verið til staðar í amerikansku umsitingini.
– Eitt sindur av tøgn hevur verið í opna rúminum, men vit hava kunnað eygleitt, at ambitiónin framvegis er har, og tað er púra, púra óhóskandi, sigur Løkke.
Fyri júst einum ári síðani skrivaði Trump á sínum sosiala miðli, at USA "fyri tjóðartrygd og frælsi um allan heimin" helt, at "ognarrættur og ræði á Grønlandi er ein absolut neyð".
Danska stjórnin hevur áhaldandi úttalað seg, og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú hevur kallað uppskotið um at keypa Grønland fyri "absurd".
/Ritzau/











