Sigrar í heimasjógvi eru sum lundi á jólanátt

10-mannafør - Óføri sigurin hjá Vestmenningi á Fjarðastevnu var bara tann triði hjá heimamonnunum í Vestmanna í 58 ár

Søga varð skrivað í Vestmanna leygardagin. Sigurin hjá Vest­menningi var tann fyrsti nakrantíð á Fjarðastevnu í Vestmanna. Fjarða­stevnan er ikki so gomul. Framm­anundan, at henda róðrarstevnan varð løgd soleiðis til rættis, at hon annað hvørt ár er í Vestmanna og annað hvørt ár skiftir millum Strendur og Skála, var Vestanstevna í Vestmanna fjórða hvørt ár.
Í 2000 vann Vestmenningur á Vestanstevnu í Vestmanna. Tá ljóðaði lýsingin í hesum teiginum soleiðis:
Um tað er ein langur start­spurtur, ella um talan er um ein langan endaspurt, tað kann altíð met­ast um. Veruleikin er, at kapp­ingin ímillum 10-mannaførini á 1000 metrum er heilt øðrvísi, enn hon er á 2000 metra málinum.
Eysturoyingur var leingi fremstur, og tískil sá tað leingi út til, at enn eina ferð skuldi talan vera um eitt vón­brot hjá Vest­menninginum á vestan­stevnu í Vestmanna. Men so var tað, at Vestmenningur tók sær um reiggj. Kappingin stóð mill­um hann og Eysturoying, og á mál­inum var munurin ein skutur.
Veldugt kæti í Vestmanna. Vest­menningur hevði vunnið fyri fyrstu ferð í heimasjógvi í 48 ár, og stevnu­hýrurin fekk í góðveðrinum enn eina tonn rætta vegin.
Hetta var søgan fyri tíggju árum síðani, tá ið Vestanstevna var í Vestmanna. Síðani hava fleiri FM kappróðrar verið í Vestmanna, uttan at tað hevur eydnast Vestmenningi at vinna.
Leygardagin eydnaðist tað aftur, og søgan minti nógv um hana fyri tíggju árum síðani:
Leingi sá tað einki serligt út hjá vestmenningum. Eysturoyingur legði bragdliga fyri, og tað tóktist sum um, at tað skuldi ganga, sum tað so ofta hevur gjørt.
Men í endaspurtinum vísti tað seg, at Eysturoyingur ikki megnaði at svara aftur, tá ið Vestmenningur tók nøkur rimmar tøk. Munurin minkaði og minkaði, og eftir at grøni, guli og hvíti báturin var komin undan Eysturoyingi, var Vest­menningur á odda.
Tá ið bátarnir fóru um málið var munurin ikki so stórur, men tað var eingin ivi um, at tað var Vestmenningur, sum vann í heima­sjógvi, og at tað harvið er spenn­ingur í FM kappingini.
Hoyvíkingur var væl við fyrra partin av teininum, men enn eina ferð varð staðfest, at tá ið mest um galt, vóru knoturnar ikki tær somu, sum tær vóru um­borð á Eystur­oyingi og serliga Vest­menningi!
Fyri tíggju árum síðani vann Vestmenningur í Vestmanna í tíðini 4.27.22. Leygardagin vóru lík­ind­ini nógv verri, enn tey vóru á Vestanstevnu í 2000. Men hesa ferð eydn­aðist tað Vestmenningi at rógva næstan eitt sekund skjót­ari, enn vestmenningar gjørdu fyri tíggju árum síðani.


1 Vestmenningur 04:26.09
2 Eysturoyingur 04:26.17
3 Hoyvíkingur 04:33.07

Støðan
1 Eysturoyingur 33
2 Vestmenningur 32
3 Hoyvíkingur 25