»Vit skulu vera errin, tá vit enda aftast í Grand Prixnum, tí vit hava valt okkara sang við hjartanum og ikki við útrokningum av, hvør sangur kann vinna.«
Blaðkvinnan á Aktuelt, Sørine Godtfredsen, var ikki í iva, tá hon sama dag sum europeiska Grand Prixið varð hildið í Stockholm útrópti danska sangin sum tann trygga taparan.
Men seinasta sunnudag endaðu tapararnir sum teir stóru vinnararnir, tí danska brøðraparið Olsen góvu øllum hinum 23 sangunum í Grand Prixnum bakhjól, so gummiroykurin stóð eftir.
»Fly on the Wings of Love« hevði flog sum eingin av hinum sangunum, og tá atkvøðurnar hjá teimum ymsu londunum vóru taldir upp, var danski sangurin 40 stig frammanfyri tann næsta. Nærmast ein maktdemostratión av donsku brøðrunum.
At tey í Russlandi, sum vóru argastu kappingarneytar hjá dønum, góvu dønum fult stigatal, er vælsaktans bara eitt dømi um, at demokratiið eisini virkar í Russlandi.
Og at norðurlond syrgdu fyri at atkvøða fyri hvørjum øðrum, er helst eitt dømi um drúgvar royndir við demokratinum.
Stjørnuskot
Dagin eftir forkunnuga sigurin í Melodi Grand Prixnum framdu Olsen-brøðurnir slíkt bragd í plátusølu, at tað kann ikki mátast við nakað annað í Danmark
Mánadagin seldu teir 50.000 eintøk av nýggju fløgu síni, og tað kunnu sjálvt ikki Aqua, sum eru størsta danska poppnavnið, mátað seg við. Tá nýggja fløgan hjá Aqua kom út herfyri, seldi hon 40.000 eintøk í Danmark fyrsta dagin, men hesaferð varð tað metið so ruddiliga sligið.
Stikk den!
?Smuk som et stjerneskud? var danska heitið á sanginum, men í tráð við tíðarandan var teksturin umsettur til poppenskt áðrenn Grand Prixið. Somu loysn valdu nógv av hinum luttaralondunum. Enskt er poppmálið fram um øll hini, og tað merkist nú eisini á Grand Prixnum, har londini áður sungu á móðurmálinum.
Altjóða hitt
Og nú sangurin ljómar á enskum, er tað í grundini einki mark fyri, hvussu langt hann kann røkka í poppheiminum. Hjá plátufelagnum CMC Records rokna tey við at fáa eitt altjóða hitt burtur úr vinnarasanginum.
Og skal áhugin millum europeiskar sjónvarsstøðir nýtast sum málitól, kunnu Brøðurnir Olsen selja nógvar fløgur. Mánadagin stóðu sjónvarpstøðir í kø fyri at fáa vitjan av teimum báðum Olsen?unum.
Men umboðsmaðurin hjá teimum takkaði í fyrstu syftu nei til áheitaninar. Fyrst skal hann syrgja fyri, at nýggja fløgan hjá Brøðrunum Olsen fæst í øllum teimum londunum, har teir fara at hava sjónvarpsframførslur.
Nú ræður um at skipa soleiðis fyri, at Olsen-brøðurnir, sum eru pedagogar, fáa sum mest burtur úr hæddarpunktinum av teirra longu karrieru sum tónleikarar.
Og danir kunnu fegnast um, at teir fyri aðru ferð nakrantíð sleppa at skipa fyri Grand Prixnum, og stríðið um, hvar í Danmark tað skal haldast er longu byrja. Keypmannahavn, Århus og Farum eru millum tey, sum bjóða seg fram.
Og so kunnu vit enda við nøkrum av vísdómsorðunum hjá óheppna skribentinum í Aktuelt:
»Vi taber i aften, og vi gør det med glæde, for vi gør det som os selv.«
Tá danska blaðið, Jyllands-Posturin, mánadagin royndi at fáa fatur á blaðkvinnuni á Aktuelt, fekk blaðið at vita, at hon var í ferð við at skriva eina nýggja grein. Hesaferð var tað um mistaka seg?