? Tað er lítið samsvar ímillum orð og gerðir hjá okkara fólkavaldu.
Í formansfrágreiðing síni á aðalfundinum Føroya Arbeiðarafelag, sum byrjaði í gjár, duldi Ingeborg Vinther ikki fyri, at hon var rættiliga ørkymlað av tí, sum fór fram í samfelagnum, serliga á vinnulívsøkinum.
Ikki minst, nú tosað verður so nógv um fullveldið, stúrdi hon fyri gongdini.
? Tí tað hendir so nógv, sum er við til at skapa óvissu, segði formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Skapar ótryggleika
Nú verður dúgliga prátað um, at vit sjálvi skulu klára okkum fíggjarliga, uttan at tað fer at hava stórvegis ávirkan á livikor okkara.
? Alt gott um tað. Gævi, at so kundi verið, segði Ingeborg Vinther.
Men so legði hon afturat, at tað hendi ikki so lítið av slíkum, sum skapir ein ávísan ótryggleika, bæði hjá fakfeløgum og fólki annars. ? Vit hoyra mest sum dagliga, hvussu fremmandur kapitalur alsamt tekur yvir meira av vinnutólum okkara og har við eisini avgerðarrættin á vinnulívi okkara.
? Her er lítið samsvar ímillum orð og gerðir hjá okkara fólkavaldu.
? Nevnast kann eisini, hvussu fremmandur kapitalur í alt størri mun tekur yvir størri partar av alivinnu okkara.
Ingeborg Vinther segði, at seinastu tíðina hava vit hoyrt um gomul og útslitin skip, ið verða innflutt til Føroya. Tað er einki dulsmál, at meginparturin av tí peningi, ið liggur aftan fyri hesar íløgur, er fremmandur kapitalur. Eisini frættist, at útlendskur kapitalur er aftan fyri nakrar av nýbygningunum, sum nú standa í gerð.
Sera góðtrúgvið
Hon helt, at tað tóktist eisini sera góðtrúgvið, tá ið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur og alment hevur sagt, at ræðið á hesum influttu skipum, og teimum feløgum, ið eru skrásett at eiga hesi skip, eru á føroyskum hondum.
? Halda landsstýrismaðurin og aðrir politikarar veruliga, at fremmandir vinnulívsmenn fara at seta pening í føroysk skip og virki uttan at hava trygd fyri, at teir hava avgerandi ávirkan á raksturin á hesum vinnutólum, og at teir fáa vinningin av hesum verkætlanum?, spurdi formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Andsøgn við fullveldið
Hon segði, at fakfelagsrørslan fer sjálvandi at taka undir við framtøkum, ið kunnu skapa arbeiðspláss í landi okkara.
? Men gongdin seinastu tíðina, har fremmandur kapitalur, og har við eisini avgerandi fremmand ávirkan, streymar inn í land okkara, er beinleiðis í andsøgn við tann politikk, sum samgongan sigur seg vilja føra, har føroyingar skulu gerast sjálvbjargnir og ikki verða tengdir at fremmandari, fíggjarligari hjálp.
? Tað skapir ótryggleika, ikki minst hjá fakfeløgunum, at alsamt størri partur av veruliga avgerðarrættinum í vinnulívi okkara liggur hjá útlendingum.
? Tí helst er fíggjarligur løtuvinningur í nógvum førum frammalaga í huganum á teimum.
? Og hetta kann í ólukkumáta koma at ávirka, ikki bert støðuna hjá vanliga løntakaranum, men helst eisini samfelag okkara sum heild.
Formaðurin í Føroya Arbeiðara segði, at hon visti væl, at í londunum uttan um okkum er vanligt við útlendskum kapitali og íløgum.
? Men vit mugu minnast til, at føroyska samfelagið er lítið og viðbrekið í sambandi við ávirkan uttaneftir.
Ein háðan
Í formansfrágreiðingini kom Ingeborg Vinther eisini inn á lønarhækkingina hjá løgtingslimunum:
? Talan var um eina lønarhækking upp á meira enn 11.000 kr. um mánaðin, umframt at hon gav teimum aðrar fyrimunir, ið vanligir borgarar ikki hava.
? Eitt nú fær hvør einasti løgtingslimur 2.000 skattafríar krónur um mánaðin til telefon, fax, brævpappír v.m.,
? Men við vilja gloyma teir, at játtanin til politiska upplýsing varð hækkað úr 2,5 milliónum kr. til 3 milliónir.
? Hesin peningur er játtaður til telefon, fax, brævaskifti og annað
? So nú fáa teir bæði í posa og sekk.
? Hetta má sigast at vera ein háðan móti tí vanliga løntakaranum og teimum gomlu og minni mentu í samfelagnum.
? Hetta eru somu fólk, ið siga, at vit hava ikki ráð til at hækka pensiónina hjá teimum gomlu, ei heldur ráð at hækka lønina hjá teimum lágløntu.
? Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag bað tey hugsa um allar tær sparingar, ið framdar eru, eitt nú innan heimarøktina, við teirri avleiðing, at tey eldru og veiku ikki fáa ta røkt, tey hava tørv á.
? Somuleiðis eru arbeiðsumstøðurnar hjá teimum kvinnum, sum starvast í heimarøktina, alsamt versnaðar.
Hon segði, at vit mugu ásanna, at stættamunurin í føroyska samfelagnum gerst alt sjónskari.
? Nøkur skulu hava í posa og sekk, meðan onnur helst einki skulu fáa, men noyðast at liva undir hungursmarkinum.
? Vit hava sæð, hvussu leikur fer fram á politiska pallinum, sama, hvør flokkur hevur róðrið í hond.
? Tey lágløntu, ið eru sera illa fyri fíggjarliga, hava ongar sømdir fingið, hvørki skattalætta ella størri ALS-stuðul, tá tey eru arbeiðsleys.
? Politikararnir hava gjørt lógir fyri ein bólk, ið fekk betri sømdir enn aðrir borgarar.
? Teir hjálptu sær sjálvum til bæði lønarhækking og aðrar ágóðar.
Hugsa um seg sjálvan
Ingeborg Vinther segði, at fakfelagsrørslan má bara ásanna, at politikarar okkara fyrst og fremst hugsa um at røkja egin áhugamál.
? Samstundis tykist ikki vilji at vera til at bøta um støðuna hjá tí vanliga løntakaranum ella tí tímalønta, ið bert forvinnur sær nakrar fáar tímar um vikuna, hóast tað júst eru hesir bólkar, ið hava størsta tørvin á betri korum.
Hon segði at enda, at Føroya Arbeiðarafelag hevur nógv mál at fáa loyst.
? Fyrst og fremst er uppgávan at virkað fyri tryggum og góðum korum hjá tí arbeiðandi fjøldini.
? Men skulu vit gera ávirkan okkara galdandi, skal tað vera eitt sterkt FA, ið av øllum alvi stríðist fyri limir sínar og teimum fjónaðu, gomlu og einkjum í samfelagnum.
? Men hetta gerst bara við, at limafeløg og limir standa stinn og sterk saman við felagnum og stuðla okkum í arbeiðinum, ið liggur fyri framman, segði Ingeborg Vinther.