Fráferð, heimferð og endi á eini frálíkari London-ferð

Ferðafrágreiðing - 5. og seinasti partur

Hetta er ein serligur háttur at ferðast, og eisini eitt serligt fólk. Er tað ikki tað vit øll siga, at vit eru ein serstøk tjóð, ja so serstøk, at 1 prosent av henni heldur sína páskafrítíð í London?

Nei, vit kunnu ikki samanbera tað við, at 1 prosent av fólkinum í Japan hevði sína páskafrítíð í Tórshavn ella 1 prosent av fólkinum í Bretlandi hevði sína í Skopun. Tað hevði verið óhugsandi, og tað hevði rætt og slætt ikki borið til

12. apríl,

1. páskadagur

Visti eg, at tað var so góður »stemningur« í Viking Club í gjárkvøldið, fór eg ikki til koys. Men eg fekk góða endan við harafturímóti og tað hevur ikki verið spældur so góður tónleikur á øllum túrinum sum frá klokkan 05.30 til 06.30 í morgun, tá ið Rasmus & Vimenn máttu gevast, tí starvsfólkini í barrini ella á náttklubbinum vóru troytt, og vit skilja tey so væl.

Tónleikurin spenti frá Santana til Freddy Mercury og aftur til Skeyk og The Who, og haðani til Eric Clapton og Billy Joel, bert fyri at geva eina leysliga lýsing av, hvussu frálíkur og djarvur tónleikurin var, og fólk hugnaðu sær rættiliga, bæði ung sum hálvung og hálvgomul, og sanniliga var eisini onkur eldri enn eg og Kolbein, sum onkur helt hevði fingið skipstroyggjuna stolna av Madame Toussaud starvsfólkum. Tað passaði kortini ikki, tí alt var uppá pláss, tá avtornaði.

Skal eg geva eina hjálparleysa roynd at lýsa fráferðina, so mást tú fyrst ímynda tær, at tú ert ímillum tvær brýr sum Tower Bridge og London Bridge og ímillum tær liggja HMS Belfast og Norrøna.

So verður loyst og øll ljós lýsa, klokkan er um 23, kanska meiri. Siglt verður við lítlari ferð móti brúnni, Tower Bridge, sum fer upp. Brúgvin er 109 ára gomul, men verkið sum hálar hana upp er ikki so gamalt, tað er nýggjari.

Og meðan alt hetta gongur fyri seg, spælir Tvøroyrar hornorkestur fosturlandssangir frammi á brúgvatakinum, og fleiri hundrað fólk standa á landi og eygleiða Norrønu, sum fer strúkandi spakuliga framvið.

Hátíðarligur dámur er yvir øllum og eisini løtuni. Alt tornið ella bæði tornini á Tower Bridge eru upplýst og tað er Norrøna eisini. Norrøna er so komin um brúnna og hon verður lorað líka so spakuliga niður aftur, sum hon var hálað upp, og vit fara øll inn aftur at seta okkum, eftir at hava upplivað hesa sjón.

Kanska kemur hon ongantíð aftur, og kanska verður farið avstað aftur komandi ár, um Gud vil. Soleiðis eru tey flestu ikki farin áður úr London, í slíkari hátíðarligari løtu.

Áðrenn alt hetta meistarliga bil, hevur Tvøroyrar hornorkestur spælt í Viking Club og eisini saman við Fuglafjarðar manskóri sum so tók yvir, til Norrøna fór avstað.

Viking Club var stúgvandi fullur, frá teim heilt smáu ferðafólkunum sum hava gjørt alt so livandi umborð henda túrin, til tey 90 ára gomlu sum hættaðu sær hesa ferð, og enntá hevði ein sín 90 ára føðingardag umborð. Hetta er ein serligur háttur at ferðast, og eisini eitt serligt fólk. Er tað ikki tað vit øll siga, at vit eru ein serstøk tjóð, ja so serstøk at eitt prosent av henni heldur sína páskafrítíð í London?

Nei, vit kunnu ikki samanbera tað við, at eitt prosent av fólkinum í Japan hevði sína páskafrítíð í Tórshavn ella eitt prosent av fólkinum í Bretlandi hevði sína páskafrítíð í Skopun. Tað hevði verið óhugsandi og tað hevði rætt og slætt ikki borið til.

Tí eru vit ein serstøk tjóð, og eitt serstakt fólk!

Eisini tí!

Soleiðis havi eg ongantíð upplivað eini páskir áður, at vakna mitt á nátt upp til lívligan tónleik og glað fólk. Ikki eitt róp er at hoyra, eingin trætast um tað nú eru 531 ella 530 trin upp í tornið í St. Pauls, ella um tað búgva 5.000 ella 6.000 ella 4.000 fólk í City of London.

Ferðaleiðararnir vóru sera ósamdir um, hvussu nógv fólk búgva í City of London, tað eru vit ikki. Smáting í okkara verð, sum hava havt eina góða ferð saman við góðum fólki úr øllum landinum. Vit hava einki at samanbera við, men vit halda, at hetta var ein frálíkur túrur. Spælimenninir hava kanska onkran annan túr í huganum, tá tað vóru yvir 600 fólk við, men tað hava vit ikki, tí hesin er tann besti, og hann er ikki liðugur enn, tí vit síggja land.

Veðurmenninir eru kanska ikki so blíðir við okkum, havi eg hoyrt, men tað bilar einki, tí ferðin er ikki meiri enn knapt tvey døgn, og hvat er tað hjá eini siglandi tjóð at balast á havinum í tvey døgn í so stórum og góðum skipi og nakrar rukkur eru í sjónum sum havnarmaðurin segði?

Og meðan eg havi skrivað um siglandi tjóðina, so má eg ikki gloyma at nevna, at manningin hevur mint okkum á, at tað sita nøkur eftir sum hava mist. Tað sita børn eftir sum hava mist ein pápa, og konur eftir sum hava mist ein mann á sjónum beint, áðrenn vit fóru úr Føroyum. Í øllum stórbýarins villa brúsi, høvdu kanska tey flestu av okkum gloymt tað, men nú fingu vit so ein møguleika at minnast tey við at lata eina peningagávu.

Klokkan er nú 7.15 og Norrøna rullar eitt lítið sindur, kortini ikki so tað bilar. Onkur situr enn og tosar her afturi á kafeteria og bíðar eftir at fáa ein bita, áðrenn farið verður í koyggjuna. Betur gongst at fáa eyguni saman, tá magin hevur okkurt at arbeiða við.

Hvussu nógv verður skrivað aftrat her umborð, veit eg ikki, men kemur hugkveikingin og minnist eg á okkurt, sum eg havi gloymt at nevna, verður tað nevnt.

Vit síggja enn strond Bretlands, og vindurin er nakað vaksin og onkur hevur bara lagt seg her afturi, her er róligari.


Seinni

Klokkan er 16.45 og vit sigla uttan fyri Scarborough, ættin er útnyrðingur, vindmegin 15 m.sek og ferðin er 12 míl, men vindurin er minkaður nakað, segði yvirfstýrimaðurin, tá ið eg tosaði við hann á brúnni fyri løtu síðani. Bað um loyvi at sleppa á brúnna at taka nakrar myndir, men har vóru bert 2 myndir eftir í filminum, so tað gjørdist ikki tað heilt stóra panorama hjá mær á hesum sinni av brúgv Norrønu.

Vit fáa ikki betri sjógv fyrr enn vit eru í Holinum og sum skilst á teimum á brúnni, er frægari á leiðini úr Hetlandi til Føroyar. Og tá ið ferðin er so lítil, ja so eru vit neyvan á Havnini fyrr enn tíðliga týsdagin, og tað er frálíkt, tá ið hugsað verður um okkum vágafólk sum skulu vestur.

Nú segði eg við dóttrina, at Norrøna fór at koma á Havnina 2. páskakvøld, og hon gleddi seg at fáa tað, sum eg havi keypt henni. Men nú fær hon tað so ikki fyrr enn týsdagin, skulu vit trúgva teimum á brúnni og gongur Norrøna við ferðini, sum hon gongur nú.

Fólk eru uppi, tó at tað er ringur sjógvur, men hugaligari er, tá tað er slætt í sjónum. Filmur verður vístur í dag, og tá eg var uppi í Viking Club, tí eg ætlaði mær at seta meg har at skirva, sá eg rættiliga fitt av fólki, serliga ung.

Stillisliga semjist eg við meg sjálvan, at tað er minni vindur nú og regluligari alda. Norrøna trampar ikki sum hon hevur gjørt og ristingarnar eru heldur ikki so ógvisligar.

Tað kalda borðið var nakað væl meiri føroyskt í gjárkvøldi enn tað vanliga er, og eg havi góðar vónir um, at tað verður tað sama í kvøld. Vit fara at kanna málið, tá klokkan er 18.

Í gjár var etingin soleiðis hjá mær, at á middegi fór eg í land til indisk parið at fáa mær Fish&Chips, 3 pund, og seinni fekk eg mær her á kafeteria. Í dag hevur tað higartil bert verið morgunmatur, men í kvøld tað kalda Norrøna borðið.


13. apríl

Nú klokkan er farin av níggju, er farturin settur upp á 10 til 12 míl, men hann hevur verið niðri á sjey. Ættin er útnyrðingur norðan 18, og vit verða uttan fyri Aberdeen á middegi. Vanliga átti tíðin at verið 18 tímar úr Aberdeen til Føroyar, men tað verður tað ikki nú. So vit kunnu leysliga meta, at vit verða ikki á Havnini fyrr enn út móti middegi í morgin, og tá eru vit seinkað knappar 18 tímar. Vit fáa nú at síggja, hvussu verður, tá vit eru farin fram við Hetlandi. Og tað seinasta eg hoyrdi frá veðrinum við Hetland, so er vindurin 10-12 m. sek.

Tað var rættiliga keðiligt veður seint í gjárkvøldið og sum eg skilji, hevur veðrið verið tað alla nátt eisini. Ferðin hevur bara verið 7 míl, og tað hevur sjálvandi verið gjørt so bæði ferðafólk og manning hava fingið sovið. Onkrar av teim ungu damunum, tær eru so ótrúliga vakrar og fittar allar, hava havt sjóverk, og sum eg skilji á onkrum á manningini, so hevur verið nakað buldrut og teir hava heldur ikki sovið so gott. Men í morgun hevur verið meiri skipað rull, um vit kunnu siga so, og trampingin hevur ikki verið so øtilig, og tað kemst sjálvandi av, at ferðin ikki hevur verið so nógv.

Men nú eg var og fekk mær morgunmat, vóru nógv frammi bæði ung sum eldri, tá hugsað verður um veðrið. Og tey mongu hava helst ikki roknað við, at ferðin fór at gerast so drúgv sum hon gjørdist, tí onkur hevur eisini verið og keypt sær eina bók í Informatiónini, sum hevur bøkur at selja, mest danskar og týddar bøkur til danskt. Tann einasti føroyski rithøvundurin sum er til sølu umborð á Norrønu er Jógvan Isaksen.

Sjógvurin er myrkt gráur og ljósari grønur og sólin sær av og á.

Í gjár lak nakað inn gjøgnum hurðina á Informationsgongini, hurðin sum vit fara út gjøgnum, tá vit fara í land, og manningin royndi at spenna hana betur í aftur. Handklæði eru løgd á dúrkið. Inni í taxfree handlinum er nógv rósað og eg hugsi onkur fløskan er farin í sor.


14. apríl

Beint fyri middag í gjár var skiparin, Jógvan í Dávastovu, í hátalarunum um alt skipið og boðaði frá, at hann var harmur um, at ferðin hevði verið so drúgv sum hon hevði verið. Eisini boðaði hann frá, at skipið fór at verða í Havn klokkan 10. Hann nevndi eisini sjúkuna, sum hevði herjað.

Men hvørki veðrið ella sjúku fær skiparin gjørt nakað við, tey mugu sær ráða.

Vit høvdu gott veður seinnapartin í gjár og seint seinnapartin sóu vit Hetland. Nú er ættin landnyrðingur norðan, og eitt sindur verri í sjónum, men ikki so tað bilar.

Tvøroyrar hornorkestur fór at spæla páskasálmar kl. 21.30 í gjárkvøldi og niðri í informatiónsgongini vóru rættiliga nógv fólk komin at hoyra góðan horntónleik. Og tá tað var liðugt fóru tey flestu upp í Viking Club at hoyra Robert & Vinmenn og Rasmus & Vinmenn. Eg veit ikki hvussu leingi var hildið á í nátt, tí tað fór at rulla nakað, so tað fór longu at vera torført at standa á beinunum, tá eg fór til koys klokkan 1.30. Og ikki havi eg sovið nógvar tímar, tí longu nú klokkan er 5.30 sitið eg aftur her á Viking Club og festi hesar reglur á skerm. Her er tómt og bert ísterningamaskinan er at hoyra og klirr frá fløskum, tá ristingarnar fara gjøgnum skipið. Tað ríkir og spríkir í sprekkum, og tá Norrøna dansar á eini aldu og gronin slær niður í sjógvin sum tá tú slær eina plastbalju í vatn í fullum baðikari, skelvur bresturin sum sittarastreingir gjøgnum alt skipið, heilt aftur í reyv og tá fara allar fløskurnar at dansa og klirra á hillunum, tá ríkir sum í spentum leðri og tá rósa stólar um koll og eitt einkult borð.

Hetta er sjólív tit, við einum ferðamannaskipi, minnist til!

Nú vit fara rættiliga at nærkast, fara eg og fartelda mín at takka fyri okkum. Vit hava havt ein góðan túr, og tey sum vit hava hoyrt sagt nakað um túrin, hava sagt tað sama. Norrøna hevur ført okkum trygt báðar sjóleiðir, og starvsfólkini umborð hava gjørt sítt besta at givið okkum eina minniliga ferð við góðum undirhaldi av bæði einum og øðrum slagi.

Og so ikki at gloyma okkum ferðafólk sum hava gjørt okkara til at hjálpa fíggjarliga rakstrinum av hesum føroyska ferðamannaskipið við at keypa dúgliga og nú hálvt døgn meiri enn vit høvdu gjørt, vóru veðurgudarnir við okkum og vit komu fyrr í havn; men hvør av øðrum liva má sum orðatakið sigur og neyvan svitast hesin sannleiki enn.

Øll hava fingið sína søgu og sínar upplivingar á hesum túri og øll kundu lagt mangt aftrat eisini og litað ferðina á sín hátt, men ikki alt eigur kortini at verða fest á skerm, tí kærastu minnini eiga vit sjálvi innast í hjartarúmunum.


Seinni og eftir at Norrøna hevði lagt at klokkan 10.00.

Veðrið var einki serligt teir síðstu tímarnar, og tá vit tíðliga á fótum skuldu fara at fáa okkum morgunmat, klokkan var tá 7, var stongt. Jú vit vóru øll samd um, at morgunmaturin skuldi verða klokkan 7 og liðugur klokkan 9, men nakað eftir 7 vóru hurðanar framvegis ikki latnar upp. Og so fekk Norrøna eina rættiliga síðualdu, sum vit ikki høvdu sæð áður á túrinum, og onkur sum hevði sitið í stóli á informatións dúrkinum, fekk eina rættiliga syftu. Daman var slongd umkoll, rætt og slætt. Løtu seinni fór so at hoyrast, helst hevði onkur kagað aftan afturlatnu dyrnar inn til matstovuna har frammi, at allur morgunmaturin hekk á vegginum ella í øðrum borðinum. Nú vórðu rættilig »scrambled egg« at fáa, segði onkur skemtiliga, og satt var, tá ið dyrnar umsíðir vórðu latnar á víðan vegg, har var tað mesta rósað av borðinum »tí kalda við heitum mati«; men vit fingu øll okkara góða morgunmat í øllum góðum, tó at tað rullaði nakað illa.

Og í handlunum lá alt hultur um bultur.

Endi