-Tey tosa um føroyska olju sum var hon til

Nú um dagarnar kom býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen heimaftur av áhugaverdari og heldur sjáldsamari ferð. Saman við umboðum fyri Stavanger kommunu hevur hann vitjað heimsins størstu oljumessu, hana í heimsins oljuhøvuðsstaði, oljuvinnunar Mekka, Houston í Texas. Og boðskapurin hann hevur heimaftur við sær er eingin minni: olja er í føroysku undirgrundini - wait and see.

Tað er ein fegin og bjartskygdur býráðsformaður, sum nú er komin heimaftur á klettarnar úti í Atlantshavi, tí við sær hevur hann eina rættiliga avgjørda fatan av, at olja finst í føroysku undirgrundini. -Fólk, sum eg hitti, tosaðu um føroysku oljuna, sum var hon til. Vit vita tað jú ikki, og tí ætla eini 15 oljufeløg sær at lata umsókn um leitiloyvi, men tað er kortini gott at vita sær, at serfrøðingar av ymsum slag, úr allari verðini, ið hittast í Houston, við so stórari vissu kunnu siga, at olja er í okkara undirgrund.


Týdning at luttaka

Leivur Hansen dylur ikki fyri, at ferðin til Houston var eitt stórt upplivilsi og hevur hon eisini givið sær nógv at hugsa um. -Eg síggi, hvussu umráðandi tað er hjá okkum føroyingum at luttaka á slíkum framsýningum, og tí síggi eg eisini fram til, at føroyingar fara at luttaka á ONS-oljumessuni í Stavanger í august sigur hann og vísir á, at hann knýtti mong týðandi vinabond á messuni í Texas. Túrurin hevur sannført býráðsformannin í landins størstu kommunu, at tað hevur alstóran týdning at hava samband við onnur til tess at kunna byggja upp eitt forstáilsi fyri hvørjum øðrum. Heldur man so burtur, so er man sleptur uppá fjall. Tí er tað skilagott av føroyingum at vera við á bæði fiskivinnu-, ferðavinnu- og oljumessum heldur Leivur Hansen.

-Tað er greitt, at Norðsjógvurin og Atlantsmótið er ikki tað tú hoyrir nógv til á slíkari messu, tí tað eru tey trý økini, Mexicoflógvin, Brasilia og Vesturafrika, sum standa ovast á listanum, tá ræður um framtíðar leitiøki. Men lat okkum nú sleppa í gongd í Føroyum eisini, so koma vit kanska at venda hesi myndini sigur ein rættiliga bjartskygdur Leivur Hansen, sum sigur seg hava nógv at takka norðmonnum fyri, at hann kom við á messuna.


Avjgørd um olju her

Leivur Hansen sær vitjanina sum ein lið í tí samstarvi, ið er við at taka seg upp millum stóru oljubýirnar kring Norðsjógvin, Stavanger og Aberdeen og nú eisini Tórshavn. Í oktober í fjør varð Tórshavn boðin við til WECP-stevnu í Stavanger, sum 10 orkubýir ymsastaðni í heiminum standa fyri. Tað var annars á oljuráðstevnuni í Aberdeen í fjør, at Leivur Hansen kom í samband við norðmenn, sum buðu føroyingum at vera við í orkubýarsamstarvinum. Tað var tá, at býráðsformaðurin í Havn varð boðin við til Texas sum partur av tí 300 stóra norska luttakaraskaranum. Noreg hevði sín egna bás á messuni í Houston. Leivur Hansen sigur, at hóast hann var einsamallur føroyingur har, so kendi hann seg ikki einsamallan. -Tað kom heilt óvart á meg, at so mong fólk á messuni, kendu og vistu um Føroyar og at tey vóru so avgjørd um, at olja finst her.

Hetta er 32. árið á rað, at Houston,oljuvinnunar Mekka, er vertur fyri heimsins størstu oljumessu. 80 lond luttóku hesaferð. Norðmenn hava verið við seinastu 15 árini.

Á oljumessuni í Aberdeen í fjør varð avtala gjørd millum Tórshavnar Kommunu og býarstýrið í Aberdeen um framtíðar samstarv. Í tí sambandi varð avgjørt at seta hvør býurin skuldi seta eina seksmannanevnd til at fylla út karmin í samstarvinum. Havnin hevur nú valt sína nevnd, sum m.a. fær til uppgávu at fyrireika vitjanina hjá borgarstjóranum í Aberdeen, Margareth Smith í næstum. Hetta er ein vitjan sum hon sær nógv upp til, tí hon metir samvinnuna við Føroyar av so stórum týdningi.


Oljan knýtir saman

Fyri at enda sirkulin so ætlar Tórshavnar Kommuna eisini at fáa eitt samstarv við Stavanger Kommunu. Og tá ONS-ráðstevnan verður í Stavanger í august fara tær báðar kommunurnar at skriva undir eina avtalu, sum skal stuðla uppundir bæði mentanarligt og vinnuligt samstarv millum býirnar og fyritøkur í báðum plássum. Leivur Hansen sigur, at norðmenn hann møtti í Houston eru sera fegnir um, at Atlantsflog fer undir beinleiðis rutusamband millum Føroyar og Stavanger, men tað kom eitt sindur óvart á teir, at teir einki vistu um nýggju rutuna. -So eg kann bert bera hesi boðini víðari til Atlantsflog sigur býráðsformaðurin, sum sjálvur sær stórar møguleikar í samvinnuni við Stavanger og Aberdeen. Hann viðgongur, at tað er oljan, sum hevur knýtt hesar býir saman og vil hann gera sítt til, at talan ikki bara verður um orð men um miðvíst samstarv, ið eisini kann gagna Føroyum sum heild og ikki bert Havnini.





.