Havnardrongur fyrstføddi í nýggju øldini

Meðan fýrverk dundi yvir høvuðsstaðin, byrjaði fyrsti føroyingurin í nýggju øldini at gera vart við seg

 

Tað er ósvitaligt nakað serligt at verða fyrsta barnið, sum er føtt í einum ári. Og ikki minni serligt at verða fyrsta barnið, ið er føtt í eini nýggjari øld. Nýggjársdag vóru tvey børn fødd á Landssjúkrahúsinum. Fyrra barnið, ein drongur, varð føtt beint fyri middag, kl. 11.19. og tað seinna, somuleiðis ein drongur, kom kl. 19.10. Báðir hava teir fingið serligu føðidagfestingina 01.01.01.


Tað var Sólvá Jacobsen í Havn, sum varð so heppin at eiga fyrsta føroyingin í hesi øldini. Hon var sett at eiga 29. des. So skuldi kortini ikki verða. Meðan rakettir og annað fýrverk myndaðu himmalin yvir høvuðsstaðin, byrjaði fyrsti føroyingurin í nýggju øldini at gera vart við seg.

- Um tað vóru rakettirnar ella okkurt annað, sum settu verkirnar í gongd, veit eg ikki. Vit fóru á sjúkrahúsið klokkan hálvgum fimm og beint fyri middag átti eg. Alt gekk væl og vit hava tað fínt, greiðir Sólvá frá.

Drongurin vigaði 3825 gramm og var 53 cm langur. Sólvá og maður hennara Jóannes eiga frammanundan dóttrina Ragnhild, sum er 6 ár. Hon er sum vera man ógvuliga errin av at hava fingið ein lítlabeiggja. Og ikki minni errin av, at lítlibeiggin líkist henni.

Í Klaksvík er einki barn komið í verðina í nýggja árinum. Tað seinasta, sum varð føtt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kom millum jólanna. Heldur ikki í Suðuroy er nakað nýggjársbarn. Tað síðsta barnið, ið varð føtt í oynni, kom væl fyri jól.


Myndatekstur: Fyrsti føroyingurin í hesi øldini saman við mammu síni, Sólva Jacobsen. Mynd: Jens Kr. Vang.