heldur ikki at gera nakað við Føroyar. Somikið stutt kann orðingin vera um seinasta dystin, sum føroysku flogbóltskvinnurnar spældu í bólkaspælinum. Tað var kanska heldur ikki væntandi, at so fór at vera. Longu [...] um sýnt rættiliga gott spæl, og tó at tær taptu oddadystin í bólkinum 0-3 fyri Saaremaa, so var talan ikki um stórtap í hvørjum setti sær. Og einki er at ivast í, at tær álendsku eru uppsettar til dystin [...] Longu undir lutakastinum var greitt, at talan fór at gerast um ein hampuliga lættan bólk hjá flogbóltskvinnunum, og spurningurin er tí kanska mest, hvørt hetta er ein vansi ella fyrimunur hjá liðnum, nú
men tað var bara akkurát ikki nóg mikið. Og at enda, so hevði liðskiparin eisini nøkur rósandi orð at bera áskoðarunum, sum fram til tað seinasta royndu at hjálpa liðnum fram til sigurs. - Tað er so absolutt [...] absolutt nakað, sum vit seta prís uppá. Tú følir alla tíðina, at tú hevur stuðul á vøllinum, og tað hevur nógv at siga, segði Rúni Weihe at enda. [...] Weihe, segði undan finaludystinum, at um føroyingar góvu alt tað, sum teir høvdu, so kundi liðið ikki gera meira, og so máttu vit bara síggja, hvussu langt hetta rakk. At leikararnir góvu alt tað, sum teir
mangar mátar út til, at talan var um eina væl vanda støðu, men sjálvur helt Rógvi ikki, at so var. - Vit høvdu sum so ikki gjørt nakað eyka burtur úr hesum. Ikki annað enn tað, at vit undan dystinum avtalaðu [...] stórt hol hjá mær at renna í, og so var bara at seta høvdið á, helt Rógvi eftir dystin. Og gleðin hjá føroyska málskjúttanum var sjónlig. Við troyggjuna í hondini helt hann beina leið yvir at føroyska venj [...] Fyri fyrstu ferð síðani dystin í Slovenia slapp Rógvi Jacobsen at byrja inni í einum teljandi landsdysti, og tað eydnaðist honum eisini at seta sítt týðiliga fingramerki á hendan, tá hann eftir góðum tíma
málinum í áravís, men enn er onki komið á borðið. Nú er líkt til, at glið kemur á málið. Í løtuni verður arbeitt við at seta eina arbeiðsnevnd og at orða ein arbeiðssetning, sum hevur verið til ummælis hjá L [...] fyri skúlarnar báðar. Ætlanin er so at gera tvær rammulógir, eina fyri hvønn skúla, og síðan at smíða kunngerðir út frá tí. Landsstýriskvinnan vónar og væntar, at nýggja læraraútbúgvingin verður liðug [...] týsdagin. Fyrst í januar mánað komandi ár er helst greitt, hvør kemur at sita í arbeiðsbólkinum. Tað serliga við hesum bólkinum er, at hann verður mannaður við bæði pedagogum og lærararum. ? Báðar útbúgvingarnar
fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd og greiðir frá, at kommunan bíðaði við at lata tað byrja til nýggja árið var byrjað. - Hetta kemst av íløgukarminum hjá kommununi, sum ikki loyvdi okkum at byrja fyrr [...] ikki ivast í, at hetta fer at koma væl við bæði hjá sjúklingum og læknunum sjálvum. Verkætlanin bleiv samtykt og útboðin seinast í 2002, og tað er P/f Norðurhús við Rógva Josephsen, sum fer at standa fyri [...] Klaksvík: Tað hevur longi verið upp á tal at byggja eina læknamiðstøð í býnum - ikki tí at hølini, har kommunulæknarnir halda til í dag ikki eru nøktandi. Men harafturímóti eru atkomumøguleikarnir sera
nógv, at tú illa trýrt, at talan er um sama mann, ið úttalar seg. Tað hevði verið áhugavert at fingið nøkur svar til hesar spurningar: Signar-málið var so mikið tyngjandi fyri alla samgonguna, at Signar [...] formaðurin í Tjóðveldisflokkinum nógv um, at politiskt reinføri og moralur mátti setast í hásæti, og at trúðvirðið hjá samgonguni var í vanda. Hvussu ber tað til, at sami floksformaður ikki hevur tikið hesi [...] verið frammi? Løgmaður nevndi herfyri alment, at eitt justitsmorð varð framt móti fyrrverandi landsstýrismanni Tjóðveldisfloksins. Hvussu ber tað til, at leiðslan í Tjóðveldisflokkinum ikki enn hevur gjørt
stundir at vera í Fuglafirði leygarkvøldið. Orsøkin er ikki, at hon ikki hevur hug, men hinvegin at hon er bundin at nøkrum sáttmálum, nú hon vann Stjørna í eitt kvøld. Guðrun royndi til tað seinasta at finna [...] skránni Tað verður tó góður tónleikur at hoyra á páskakonsertini í Fuglafirði leygarkvøldið. All That Rain og Terji Rasmussen fara at spæla, og hesi bæði nøvn eru kend fyri at spæla væl og lívliga. Terji Rasmussen [...] ein møguleika fyri at vera við, tí hon vil ikki svíkja sínar føroysku áhoyrarar, men tað bar ikki til. Føroyingar verða tó ikki snýtti fyri Guðrun, tí í næstum kemur hon til Føroya at syngja á einum Stjørna
Leikandi venjarin hjá TB, Gudrid Nolsøe, heldur at tað at vinna FM er størri enn at vinna steypakappingina. ? Fyri Flogbóltsambandið eru steypafinalurnar nakað heilt serligt, men hjá okkum sum felag, er [...] hava framvegis møguleika at vinna FM, men tað verður torført. Vit mugu tí leggja nógv fyri leygardagin fyri at vinna steypafinaluna, tí tað kann gerast einasti møguleiki hjá okkum at vinna nakað í ár, greiðir [...] TB Gudrid sigur seg hava góðar vónir undan dystinum, og væntar at siggja nógvar suðuroyingar í høllini á Hálsi leygardagin. Ætlanin er at koma norður til Havnar fríggjakvøldið, har tær síðstu fyrireikingarnar
Fyrrverandi landsliðsleikarin, Jan Dam, fer kortini at spæla við HB í ár. Tað hevur annars ljóðað, at hann ætlaði sær at gevast við fótbóltinum. HB og Jan komin ásamt um, verjuleikarin tekur enn eitt tørn [...] hevur mist fleiri verjuleikarar, kemur tað væl við, at HB-veteranurin aftur verður við í ár. ? Jan hevur játtað at spæla til í summar, og so fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur formaðurin í HB, Birgir [...] longur, enn fram til summarsteðgin. Samband við Símun Eliasen Tað hevur leingi ljóðað, at Símun Eliasen verður at síggja í HB í ár. Hann býr í løtuni í Danmark, men flytir aftur Føroya seinni í ár. Bæði
enn, verður tikið sum tekin um, at teir vita ikki við vissu, hvat er í lastini, og at teir heldur velja at bíða, til teir hava fingið greiði á tí. Skuldi tað so víst seg, at skipini veruliga eru fermd við [...] skipunum hevur fingið bretar og amerikanarar at halda, at skipini møguliga hava iraksk hópoyðingarvápn í lastini, og tí verður støðugt eftirlit hildið við teimum. At amerikanarar og bretar ikki hava steðgað [...] fjølmiðlar, teirra millum bretska blaðið The Independent, vilja vera við, at tey trý skipini løgdu frá landi, beint eftir at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST vóru komnir til Irak. Síðani hava skipini siglt