Fleiri vesturlendskir fjølmiðlar, teirra millum bretska blaðið The Independent, vilja vera við, at tey trý skipini løgdu frá landi, beint eftir at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST vóru komnir til Irak.
Síðani hava skipini siglt aftur og fram í Indiska Havinum, men av og á hava tey verið inni í øðrum arabiskum londum eftir ymsari útgerð. Eitt nú hava skipini verið í Jemen, skrivar The Independent.
Sambært blaðnum sigla skipini ikki undir sama flaggi, og eitt útgerðarfelag í Egyptalandi reiðir tey út. Skipini hava ikki havt radiosamband, síðani tey fóru frá landi, og eingin veit, hvat tey hava í lastini, ella hvagar tey skulu.
Tann løgni atburðurin hjá skipunum hevur fingið bretar og amerikanarar at halda, at skipini møguliga hava iraksk hópoyðingarvápn í lastini, og tí verður støðugt eftirlit hildið við teimum. At amerikanarar og bretar ikki hava steðgað skipunum enn, verður tikið sum tekin um, at teir vita ikki við vissu, hvat er í lastini, og at teir heldur velja at bíða, til teir hava fingið greiði á tí. Skuldi tað so víst seg, at skipini veruliga eru fermd við hópoyðingarvápnum, hevði tað stuðlað upp undir amerikansku og bretsku ætlanina at leypa á Irak, siga eygleiðararnir.