FSF skrivar soleiðis í dag:
Fýra dagar eftir avgerandi HM undankappingardystin á útivølli móti Kroatia, skal føroyska manslandsliðið á vøllin aftur, og tá verður eisini endaligt punktum sett fyri fótbóltsárinum 2025.
Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við Kazakhstan Football Federation, KFF, ið er fótbóltssambandið í Kasakstan, at Føroyar og Kasakstan spæla venjingardyst á Aldo Drosina Stadion í Pula í Kroatia týsdagin 18. novembur klokkan 17:00 (føroyska tíð).
Føroyska manslandsliðið hevur fýra ferðir áður møtt Kasakstan. Í 2003 vóru tveir venjingardystir á skránni, sum báðir endaðu við sigri til Føroyar, og í undankappingini til HM 2014 møttu vit teimum aftur. Kasakar vunnu 2-1 á heimavølli, meðan Hallur Hansson syrgdi fyri, at dysturin á Tórsvølli endaði 1-1.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Kasakstan nummar 118. Føroyar eru í løtuni nummar 136 av teimum 211 londunum, sum eru á listanum.