Leikaraprát
Fyri fyrstu ferð síðani dystin í Slovenia slapp Rógvi Jacobsen at byrja inni í einum teljandi landsdysti, og tað eydnaðist honum eisini at seta sítt týðiliga fingramerki á hendan, tá hann eftir góðum tíma javnaði íslendsku leiðsluna.
Tað sá í mangar mátar út til, at talan var um eina væl vanda støðu, men sjálvur helt Rógvi ikki, at so var.
- Vit høvdu sum so ikki gjørt nakað eyka burtur úr hesum. Ikki annað enn tað, at vit undan dystinum avtalaðu, hvar hvør skuldi renna. Jákup sendi frísparkið innfyri, og har var eitt stórt hol hjá mær at renna í, og so var bara at seta høvdið á, helt Rógvi eftir dystin.
Og gleðin hjá føroyska málskjúttanum var sjónlig. Við troyggjuna í hondini helt hann beina leið yvir at føroyska venjarabeinkinum, har alt var á gosið, meðan íslendsku áskoðararnir sótu sum negldir aftanfyri.
- Tað er jú ikki hvønn dag, at tú skorar á landsliðnum. Og so als ikki í slíkum dysti, so tað ger nokk einki, um man flippar eitt sindur út, tá hetta hendir, helt smílandi skjúttin fyri, tá hann at enda varð spurdur um hetta.










