Læknamiðstøð í Klaksvík um tvey ár

Arbeiðið upp á læknamiðstøðina í Klaksvík er nú byrjað. Gongst sum ætlað, so verður hon liðug um ársskifti 2004/05

Klaksvík:
Tað hevur longi verið upp á tal at byggja eina læknamiðstøð í býnum - ikki tí at hølini, har kommunulæknarnir halda til í dag ikki eru nøktandi. Men harafturímóti eru atkomumøguleikarnir sera vánaligir og als ikki nøktandi.
Hetta sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Hann fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd og greiðir frá, at kommunan bíðaði við at lata tað byrja til nýggja árið var byrjað.
- Hetta kemst av íløgukarminum hjá kommununi, sum ikki loyvdi okkum at byrja fyrr, sigur borgarstjórin, sum ikki ivast í, at hetta fer at koma væl við bæði hjá sjúklingum og læknunum sjálvum.
Verkætlanin bleiv samtykt og útboðin seinast í 2002, og tað er P/f Norðurhús við Rógva Josephsen, sum fer at standa fyri allari byggingini av miðstøðini.
Tá læknamiðstøðin verður liðug, væntandi um ársskiftið 2004/05, verður tað ein bygningur upp á millum 350 og 400 fermetrar í tveimum hæddum. Viðtaluhøli verða til øll fýra kommunulæknastørvini, sum Norðoya læknadømi er normerað til. Men sum er, eru einans trý av teimum fýra størvunum sett. Um hetta verður broytt til ta tíð, veit Steinbjørn Jacobsen ikki at siga. Tí støðan innan kommunulæknar í landinum er ikki góð yvirhøvur.