Guernsey: Føroyski liðskiparin, Rúni Weihe, segði undan finaludystinum, at um føroyingar góvu alt tað, sum teir høvdu, so kundi liðið ikki gera meira, og so máttu vit bara síggja, hvussu langt hetta rakk.
At leikararnir góvu alt tað, sum teir høvdu, mundi lítil ivi vera um eftir finaluna, men tað var mest sum ov nógv, at talan so kortini skuldi gerast um eitt somikið tepurt tap.
- Ja, vit góvu alt. Hatta er ein øgiliga heppin endi hjá teimum, men vit kundu neyvan gjørt meira. Eins og móti Álandi koma vit aftur, eftir at teir hava vunnið tvey sett. Munurin var alla tíðina lítil, og tað vóru kanska eitt ella tvey mistøk, sum vóru avgerandi, men tað var so tað. Vit spældu tað, sum vit kunnu spæla, men tað var bara akkurát ikki nóg mikið.
Og at enda, so hevði liðskiparin eisini nøkur rósandi orð at bera áskoðarunum, sum fram til tað seinasta royndu at hjálpa liðnum fram til sigurs.
- Tað er so absolutt nakað, sum vit seta prís uppá. Tú følir alla tíðina, at tú hevur stuðul á vøllinum, og tað hevur nógv at siga, segði Rúni Weihe at enda.










