Vísandi til tað, ið Høgni Hoydal ber fram um kanningina av Jørgeni Niclasen, kann eg bert staðfesta, at hugburðurin hjá Høgna Hoydal er nógv broyttur síðani 28. mars ár 2000, tá Signar-málið varð avgreitt, og til dagin í dag, nú Jørgen-málið skal avgerast. Mørkini fyri reinleika og sannleika í politikki eru flutt ómetaliga nógv, ja so nógv, at tú illa trýrt, at talan er um sama mann, ið úttalar seg.
Tað hevði verið áhugavert at fingið nøkur svar til hesar spurningar:
Signar-málið var so mikið tyngjandi fyri alla samgonguna, at Signar mátti leggja frá sær. Jørgin-málið er hinvegin ikki eitt samgongumál, men eitt innanhýsis mál hjá Fólkaflokkinum. Hvussu ber tað til?
Tá Signar-málið var fyri, talaði formaðurin í Tjóðveldisflokkinum nógv um, at politiskt reinføri og moralur mátti setast í hásæti, og at trúðvirðið hjá samgonguni var í vanda. Hvussu ber tað til, at sami floksformaður ikki hevur tikið hesi somu hugtøk á tungu, nú meðan Jørgen-málið hevur verið frammi?
Løgmaður nevndi herfyri alment, at eitt justitsmorð varð framt móti fyrrverandi landsstýrismanni Tjóðveldisfloksins. Hvussu ber tað til, at leiðslan í Tjóðveldisflokkinum ikki enn hevur gjørt viðmerkingar til eitt so álvarsligt úttalilsi?