Misti takplátur av lastini í Norðoyatunlinum

- Eigarin av plátunum tók fulla ábyrgd av tí, sum var  hent, og hann fær nú bót fyri ikki at hava tryggjað lessið nóg væl, sigur løgreglan

 

Um 12-30-tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at nakrar takplátur lógu og sløgdust á vegbreytini inni í Norðoyatunlinum.

 

- Vit koyrdu á staðið, og tá vísti tað seg, at eigarin av takplátunum var farin at leita eftir plátunum, hann hevði mist av bilinum.

 

Vaktleiðarin sigur, at eigarin av takplátunum, sum flutti tær gjøgnum Norðoyatunnilin, fær eina skuldseting fyri ikki at hava tryggjað lessið nóg væl.

 

- Soleiðis, sum vit skiltu, hevði eingin vandastøða tikið seg upp í samband við, at bilurin misti takpláturnar av lastini, sigur vaktleiðarin.

 

Lagt verður aftrat, at eigarin av takplátunum tók fulla ábyrgd av tí, sum var  hent, og hann fær nú bót fyri ikki at hava tryggjað lessið nóg væl.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at talan var um einar 4-5 takplátur, sum bilurin hevði mist á ferðini gjøgnum Norðoyatunnilin.