Páskakonsert uttan Guðrun

All That Rain og Terji Rasmussen spæla til stóru páskakonsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, men Guðrun Jacobsen hevur verið noydd at avlýsa sína luttøku

Leygarkvøldið verður páskakonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Trý nøvn standa á plakatini, men eitt teirra hevur nú avlýst.
Tað er Guðrun Sólja Jacobsen, sum ikki hevur stundir at vera í Fuglafirði leygarkvøldið. Orsøkin er ikki, at hon ikki hevur hug, men hinvegin at hon er bundin at nøkrum sáttmálum, nú hon vann Stjørna í eitt kvøld.
Guðrun royndi til tað seinasta at finna ein møguleika fyri at vera við, tí hon vil ikki svíkja sínar føroysku áhoyrarar, men tað bar ikki til.
Føroyingar verða tó ikki snýtti fyri Guðrun, tí í næstum kemur hon til Føroya at syngja á einum Stjørna í eitt kvøld-tiltaki, og tá verða konsertir bæði í Mentanarhúsinum og í Norðurlandahúsinum.
Annað á skránni
Tað verður tó góður tónleikur at hoyra á páskakonsertini í Fuglafirði leygarkvøldið.
All That Rain og Terji Rasmussen fara at spæla, og hesi bæði nøvn eru kend fyri at spæla væl og lívliga.
Terji Rasmussen hevur tónleikarar sum Rógva á Rógvu, Hjalta Joensen og Paula Magnussen afturat sær, og í All That Rain er tað nú Pól Arni Holm, sum er frontmaður.
Konsertin byrjar leygarkvøldið kl. 23.00.