LÆRARASKÚLI
Lógirnar fyri Føroya læraraskúla og Føroya pedagogskúla skulu endurskoðast. Arbeitt hevur verið við málinum í áravís, men enn er onki komið á borðið. Nú er líkt til, at glið kemur á málið.
Í løtuni verður arbeitt við at seta eina arbeiðsnevnd og at orða ein arbeiðssetning, sum hevur verið til ummælis hjá Lærarafelagnum og Pedagogfelagnum, greiddi Annlis Bjarkhamar frá í løgtinginum týsdagin.
Fyrst í januar mánað komandi ár er helst greitt, hvør kemur at sita í arbeiðsbólkinum. Tað serliga við hesum bólkinum er, at hann verður mannaður við bæði pedagogum og lærararum.
? Báðar útbúgvingarnar snúgva seg um menningina hjá barninum, frá tað er eitt hálvt ár til tað er 17 ár, og tí hava vit hildið tað verið skilagott at flætta grundarlagið fyri pedagog- og læraraútbúgvingina saman, og tað hava vit eisini fingið undirtøku fyri, sigur Annlis Bjarkhamar.
Sostatt verður talan um at gera ein felags arbeiðsbólk, sum ger eitt felags grundarlag fyri skúlarnar báðar. Ætlanin er so at gera tvær rammulógir, eina fyri hvønn skúla, og síðan at smíða kunngerðir út frá tí.
Landsstýriskvinnan vónar og væntar, at nýggja læraraútbúgvingin verður liðug í august 2004.