Fyrrverandi landsliðsleikarin, Jan Dam, fer kortini at spæla við HB í ár. Tað hevur annars ljóðað, at hann ætlaði sær at gevast við fótbóltinum. HB og Jan komin ásamt um, verjuleikarin tekur enn eitt tørn í HB-troyggjuni.
Jan Dam hevði eitt av sínum bestu kappingarárum í fjør, og nú HB hevur mist fleiri verjuleikarar, kemur tað væl við, at HB-veteranurin aftur verður við í ár.
? Jan hevur játtað at spæla til í summar, og so fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur formaðurin í HB, Birgir Enghamar.
Jan Dam flytir møguliga niður til Danmarkar eftir summarfrítíðina, og tí hevur hann ikki bundið seg longur, enn fram til summarsteðgin.
Samband við Símun Eliasen
Tað hevur leingi ljóðað, at Símun Eliasen verður at síggja í HB í ár. Hann býr í løtuni í Danmark, men flytir aftur Føroya seinni í ár. Bæði HB og ÍF hava ligið framvið, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr.
-Vit hava tosa við Símun, og avtala at tosa saman, tá hann væntandi flytur heim í mei. Vit vóna, at hann kemur aftur í HB, men enn er so ongin sáttmáli undirskrivaður, sigur Birgir Enghamar í stuttari viðmerking.