Guernsey: Grønland megnaði heldur ikki at gera nakað við Føroyar. Somikið stutt kann orðingin vera um seinasta dystin, sum føroysku flogbóltskvinnurnar spældu í bólkaspælinum.
Tað var kanska heldur ikki væntandi, at so fór at vera. Longu undir lutakastinum var greitt, at talan fór at gerast um ein hampuliga lættan bólk hjá flogbóltskvinnunum, og spurningurin er tí kanska mest, hvørt hetta er ein vansi ella fyrimunur hjá liðnum, nú avgerandi dystirnir standa fyri framman.
Fyrstur av hesum er hálvfinalan móti Álandi, sum skuldi spælast seinnapartin hósdagin. Áland hevur í bólkaspælinum sýnt rættiliga gott spæl, og tó at tær taptu oddadystin í bólkinum 0-3 fyri Saaremaa, so var talan ikki um stórtap í hvørjum setti sær.
Og einki er at ivast í, at tær álendsku eru uppsettar til dystin. Føroyar hava nú vunnið gull í kvinnuflogbólti tvær ferðir á rað, og tí eru tær meira enn nakað liðið, sum hini vilja vinna á.
Tí er einki at ivast í, at okkara skulu vera tendraðar frá fyrsta bríksli. Nú verður einki givið við dyrnar í nøkrum dysti, og bert tveir sigrar krevjast afturat, um talaln skal verða um reint hat-trick hjá kvinnuliðnum.