uttan hon fer at hava sama búna sum mannfólkini. Tað verður so sjálvandi upp til hana sjálva at gera av, um hon vil hava turriklæð ella slips um hálsin, sigur Jóhan E Simonsen. Tá Kára byrjar at flúgva í juli [...] verður hon stýrimaður. Fyri at gerast skipari skal ein hava 2.000 flúgvitímar í skjáttuni, og tað hevur Kára ikki. Jóhan E Simonsen væntar ikki at ein kvinnuligur flogskipari fer at hava nakra negativa ávirkan [...] ávirkan á Faroe Jet. Fólk í Føroyum og herumkring vita, at tað ikki er hárlitur, stødd og kyn sum hava nakað at siga, men dygdin sum persónurin hevur víst.
beinanvegin góða kenslu um, at eg fór at bjarga. Tá hugsaði eg ikki um, at eg í 3-2 hevði sæð Christian Høgna skjóta tvey brotsspørk í Sørvági. Eg fekk beinanvegin fatan av, at hann fór at skjóta til vinstru fyri [...] - Ætlanin var, at Paul Clapson skuldi verja málið. Tá ið vit møttu til venjingar fríggjakvøldið, fekk eg at vita, at eg skuldi verja málið. Tað kom óvart á meg. Frágreiðingin var, at Paul hóskvøldið undir
upplýsti stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes í Sosialinum í gjár. Hetta fer uttan iva at gera sítt til, at ferðslan fer at ganga lættari í framtíðini. Tað eru kortini tey norðanfyri sum hava saknað eitt heilt [...] neyðugt at vísa serliga nýggjum bilførarum hvønn veg tey skulu snara, tá tey koma út úr tunlunum. Sum skilst á Oyvindi Brimnesi, so er ætlanin nú at taka hetta málið uppaftur. Tí, hesi skeltini eiga at verða [...] heilt annað skelti í sjálvum tunlunum á Borðoynni: Eitt skelti, sum greitt sigur at nú tú nærkast tunnilsmunnanum, eigur tú at snara annaðhvørt til høgru ella vinstru. Hesi skeltini hava staðið á sínum plássi
í, at talan var um hepna útskifting, tá Henrik Larsen seinastu 20 minuttirnar sendi Jónhard Frederiksberg á vøllin. Mest sum alt fyri eitt stóð hann faddur at út-javnandi føroyska málinum, og tó at sveisarar [...] so dugdi føroyski áleyparin ikki at siga, um so var. - Eg fekk onkursvegna bóltin við mær, og so sendi eg innfyri. Kanska ikki perfekt, men vit megnaðu so at enda at fáa mál burtur-úr, og tað fegnaðist [...] hví. Eg royndi bara onkursvegna at fáa skot á, og hevði eg rakt framvið málverjanum, var lagnan kanska ein onnur. Men tað gerst so ikki við, segði Skála -framherjin at enda.
hermaður av kroatiskum uppruna, og løgreglan heldur, at hann var høvuðsmaðurin aftan fyri burturflytingina. Hann hevur viðgingið, at hann var við til at burturflyta Fabian Bengtsson, og tað hevur ein 25 ára [...] in Fabian Bengtsson burturfluttur, stutt eftir at hann var farin frá húsum á veg til arbeiðis í Göteborg. Nakrar dagar seinni fekk pápi hansara boð um at gjalda 50 milliónir svenskar krónur í loysigjaldi [...] hava eisini viðgingið, at teir smíðaðu ein kassa, sum tann burturflutti sat fangi í. Tann triði maðurin, sum er ákærdur í málinum, er 27 ára gamal, men løgreglan heldur ikki, at hann var uppi í sjálvari
koma í export hjá Menningarstovuni. - Vit royna eisini at fortelja fyritøkum, hvørjar møguleikar tær hava fyri at fara á handilsferðir, bæði til at kunna seg og luttaka á messum, sigur Kjartan Kristiansen [...] Fiskivinnustevna - Vit ætla at hava ein bás á stevnuni, har vit kunna útlendingar um føroyskt vinnulív og møguleikarnar her í Føroyum. Vit ætla eisini at bjóða føroyskum fyritøkum og kunna tær um, hvat [...] tað er, sum vit hava at bjóða teimum í sambandi við útflutning og marknaðarkunning. Vit hava á okkara heimasíðu trade.fo eina útflutningshandbók, sum vit fegin vilja hava fólk til at brúka meira. Hon verður
sluppu við lívinum, eru at kalla einki batnað síðani, sigur hann. Ein orsøk til, at so lítið er hent, er sambært Kuntoro Mangkusubroto, at altjóða samfelagið hevur drálað við at lata tað, sum londini lovaðu [...] nir hava arbeitt alt ov seint. Avleiðingin er, at fólk í tígjutúsundatali hava framvegis einki at búgva í, og arbeiðið at gera nýggjar vegir, brýr og havnir er ikki byrjað enn. [...] varð serliga meint raktur av flóðalduni annan jóladag í fjør, og altjóða samfelagiðjáttaði pengar til at endurbyggja býirnar og bygdirnar. Men enn er arbeiðið nóg illa komið í gongd, sigur Kuntoro Mangkusubroto
okkum, segði Óli Johannesen. Óli sigur tó, at teir eru væl nøgdir við at fáa annað stigið, og ikki minst eru teir fegnir um, at teir spældu ein fínan dyst, eftir at avrikið á Skála í fyrsta umfarinum hevði [...] heldur, at ein av høvuðsorsøkunum, at tað ikki eydnaðist TB at vinna dystin, var ein sera vælleikandi Jákup Mikkelsen í B36-málinum. - Jákup hevði fleiri framúrskarandi bjargingar, ið eg ikki vænti, at nakar [...] verjuni hjá TB, landsliðsskiparin Óli Johannesen, helt eftir dystin móti B36 á Sevmýri sunnudagin, at heimaliðið eins væl kundi fingið øll trý stigini. - Vit høvdu teir málmøguleikarnir, ið vóru í dystinum
løgmann hevur ÍSF mótmælt hesum. ÍSF sigur í skrivinum, at tey eftir førimuni hava roynt at gjørt vart við vandamálini, sum hetta hevur við sær, men at hetta enn tykist hava verið til fánýtis. - Avtalan, sum [...] lk skulu hava sersømdir at koma inn til Føroya, og líkt er til, at Ítróttarsambandið og Landsstýrismaðurin framvegis standa langt frá hvørjum øðrum hesum viðvíkjandi. Í øllum førum hevur Jógvan við Keldu [...] ónýtilig. Ítróttasamband Føroya vil harðliga mótmæla, at ítrótturin ikki verður hoyrdur, tá slíkar, fyri okkum, týðandi avtalur verða gjørdar, verður at enda staðfest í tíðindaskrivinum.
Sjónvarpsstjórin undirstrikar, at tað ongantíð hevur verið ætlanin at leypa um nakrar ásetingar, men at ógreiðu formuleringarnar í brøvunum hava volt misskiljingar. - Tað arbeiðið hava vit ikki gjørt [...] Eftir at Gunnleivur Dalsgaard aðrastaðni á síðuni vísir á skeivu mannagongdirnar í SVF, tá seks tíðindaleiðarar vórðu sagdir úr leiðarastørvum sínum, sigur sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal, at hetta ongantíð [...] ongantíð var ætlanin. - Orsøkin er, at fyrstu brøvini ikki vórðu orðað nóg greitt, og tískil valdu vit at taka tey aftur og orða av nýggjum, so eingin ivi skuldi vera um nakað, sigur Mikkjal Helmsdal.