Burturflyting
Tann 17. januar varð svenski handilsmaðurin Fabian Bengtsson burturfluttur, stutt eftir at hann var farin frá húsum á veg til arbeiðis í Göteborg. Nakrar dagar seinni fekk pápi hansara boð um at gjalda 50 milliónir svenskar krónur í loysigjaldi, og seytjan dagar seinni varð Fabian Bengtsson funnin á einum bonki í einari viðalund í Göteborg.
Svenska løgreglan tók tríggjar menn. Ein teirra er ein 43 ára gamal fyrrverandi hermaður av kroatiskum uppruna, og løgreglan heldur, at hann var høvuðsmaðurin aftan fyri burturflytingina. Hann hevur viðgingið, at hann var við til at burturflyta Fabian Bengtsson, og tað hevur ein 25 ára gamal maður av italskum uppruna eisini gjørt. Teir báðir hava eisini viðgingið, at teir smíðaðu ein kassa, sum tann burturflutti sat fangi í. Tann triði maðurin, sum er ákærdur í málinum, er 27 ára gamal, men løgreglan heldur ikki, at hann var uppi í sjálvari burturflytingini.
Ákærin vil vera við, at burturflytingin var væl fyriskipað, og at menninir høvdu fyrireikað seg væl, skrivar Aftonbladet.