Vit eru øguliga glað fyri at hava fingið eina kvinnu fram í cockpittið, sigur stjórin í Faroe Jet, Jóhan E Simonsen.
Kára Dam verður ikki bara fyrsta kvinnan í einum føroyskum cockpitti, hon er eisini yngsti flogskipari hjá Faroe Jet við sínum 23 árum.
Ongin serligur búni er seymaður til Káru, uttan hon fer at hava sama búna sum mannfólkini.
Tað verður so sjálvandi upp til hana sjálva at gera av, um hon vil hava turriklæð ella slips um hálsin, sigur Jóhan E Simonsen.
Tá Kára byrjar at flúgva í juli verður hon stýrimaður. Fyri at gerast skipari skal ein hava 2.000 flúgvitímar í skjáttuni, og tað hevur Kára ikki.
Jóhan E Simonsen væntar ikki at ein kvinnuligur flogskipari fer at hava nakra negativa ávirkan á Faroe Jet.
Fólk í Føroyum og herumkring vita, at tað ikki er hárlitur, stødd og kyn sum hava nakað at siga, men dygdin sum persónurin hevur víst.