Veddingarfyritøkur: Geva Sissal ein 38 prosents møguleika at røkka finaluni

Her eru oddsini upp á teir 16 luttakarnar í seinnu Eurovision hálvfinaluni

Í kvøld klokkan 20 er sannleikans tími hjá Danmark í Eurovision sangkappingini.

 

Tá verður seinna hálvfinalan í Basel í Sveis. Millum teir 16 luttakararnar, ið skulu royna at vinna seg millum 10 tey fremstu, og harvið sjálva finaluna, ið verður leygarkvøldið, er føroyska Sissal.

 

Danmark hevur ikki vunnið seg í Eurovision finaluna síðani 2019. Og tað ríður teimum sum ein marra.

 

KVF vísir hálvfinaluna.

 

Verður hugt eftir oddsunum hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á hálvfinaluna í kvøld, so er tað ikki so bjartskygt við finalumøguleikunum hjá Sissal.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Sissal at enda á einum 14. plássi av teimum 16 luttakarunum. 

 

Møguleikarnir hjá Sissal at vinna seg í finaluna eru 38 prosent, sambært veddingarfyritøkunum. Ísrael, Eysturríki og Finnland hava bestu møguleikarnar at vinna seg i finaluna. Har eru møguleikarnir 95 prosent.

 

Men tað er - tíbetur - ofta veddingarfyritøkurnar raka við síðunnar av.

 

HER eru oddsini og prosentsmøguleikarnir hjá teimum 16 luttakarunum:

 

##med2##