Tórshavnar kommuna hevur í fleiri umførum verið í samskifti við Barna- og útbúgvingarmálaráðið um frávik í næmingatalinum við innskrivingini í fyrsta flokk frá komandi skúlaári.
Nú boðar Tórshavnar kommuna frá, at kommuna hevur fingið svar frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, at umframt eyka sporið í Sankta Frans skúla, verður loyvi givið at innskriva 24 næmingar í hvønn flokk í fyrsta flokki í skúlunum hjá Tórshavnar kommunu skúlaárið 2025/2026 og 2026/2027, har tørvur og ynski er um hetta.
Tórshavnar kommuna fer fyrst í komandi viku at viðgera svarið frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í tøttum samstarvi við partarnar.