Tíggju fólk eru deyð eftir skottilburðin á Bondi Beach nærhendis Sydney, váttar avstralska løgreglan fyri BBC. Millum tey deyðu er ein av gerningsmonnunum.
Avstralska løgreglan váttar, at tey hava tvey fólk í varðhaldi.
Løgreglan í avstralska statinum New South Wales heitir eisini á fólk um at fara av strondini. Tey biðja eisini fólk um at leita sær skjól.
Hetta skrivaði løgreglan á X, og lýsti støðuna sum eina "mennandi hending", sum er í gongd á strondini.
Tíðindatalsfólk hjá løgregluni siga eisini við ABC News Australia, at tað ikki er nøkur virkin hóttan longur, men at løgregla og bjargingarfólk framvegis arbeiða í økinum.
– Løgreglan metir, at talan er um fleiri deyðsføll, sigur fjølmiðlafólkið á staðnum Digby Werthmuller.
Enn er tó einki andlát staðfest.
Tað eru heldur ongar váttaðar upplýsingar um motivið aftan fyri skottilburðin.
Fleiri avstralskir miðlar vátta tó, at eitt Hanukkah-tiltak fór fram nærhendis einum spæliplássi í norðara enda av strondini, í sama øki, har skottilburðin eftir øllum at døma fór fram.
Sambært ABC News Australia vísa upptøkur frá hendingarstaðnum fleiri særd fólk liggja á jørðini, meðan bjargingarfólk veita fyrstuhjálp.
Miðilin lýsir eisini myndir av fólki, sum renna av økinum, í blóðugum klæðum.
Avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese, kallar myndirnar frá Bondi fyri "skelkandi og órógvandi" í eini fráboðan.
– Løgreglan og alarmsentralurin eru á staðnum og arbeiða við at bjarga mannalívum. Mínir tankar eru við øllum, sum eru rakt.
/Ritzau/











