Fiskivinnustevna
- Vit ætla at hava ein bás á stevnuni, har vit kunna útlendingar um føroyskt vinnulív og møguleikarnar her í Føroyum. Vit ætla eisini at bjóða føroyskum fyritøkum og kunna tær um, hvat tað er, sum vit hava at bjóða teimum í sambandi við útflutning og marknaðarkunning. Vit hava á okkara heimasíðu trade.fo eina útflutningshandbók, sum vit fegin vilja hava fólk til at brúka meira. Hon verður nógv brúkt, men tað ger onki, um hon verður enn meira brúkt, sigur Kjartan Kristiansen.
Stjórin á Menningarstovuni sigur, at stovnurin hevur eitt ?export directory? til tær fyritøkurnar, sum hava hug at eksportera og blíva kendar uttanfyri landoddarnar. Hesar fyritøkur koma í export hjá Menningarstovuni.
- Vit royna eisini at fortelja fyritøkum, hvørjar møguleikar tær hava fyri at fara á handilsferðir, bæði til at kunna seg og luttaka á messum, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, sum verður umboðað á fiskivinnustevnuni tann 3. til 5. mai í Havn.