Í farnu viku frættist, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur sent eitt uppskot um seravtalu fyri ítróttarfólk til danska útlendingastýrið.
Málið snýr seg sjálvsagt um, hvørt útlendsk ítróttarfólk skulu hava sersømdir at koma inn til Føroya, og líkt er til, at Ítróttarsambandið og Landsstýrismaðurin framvegis standa langt frá hvørjum øðrum hesum viðvíkjandi.
Í øllum førum hevur Jógvan við Keldu í sínum uppskoti mælt til, at skulu útlendsku ítróttarfólkini hava uppihalds- og arbeiðsloyvi, skulu feløgini rinda teimum eina samsýning, sum í minsta lagi er 2.300 kr. um vikuna.
Í skrivi til løgmann hevur ÍSF mótmælt hesum.
ÍSF sigur í skrivinum, at tey eftir førimuni hava roynt at gjørt vart við vandamálini, sum hetta hevur við sær, men at hetta enn tykist hava verið til fánýtis.
- Avtalan, sum nú liggur á borðinum, er ónýtilig. Ítróttasamband Føroya vil harðliga mótmæla, at ítrótturin ikki verður hoyrdur, tá slíkar, fyri okkum, týðandi avtalur verða gjørdar, verður at enda staðfest í tíðindaskrivinum.