Iðraði seg um missin

Fáur mundi ivast í, at talan var um hepna útskifting, tá Henrik Larsen seinastu 20 minuttirnar sendi Jónhard Frederiksberg á vøllin.
Mest sum alt fyri eitt stóð hann faddur at út-javnandi føroyska málinum, og tó at sveisarar hildu talan vera um fríspark, so dugdi føroyski áleyparin ikki at siga, um so var.
- Eg fekk onkursvegna bóltin við mær, og so sendi eg innfyri. Kanska ikki perfekt, men vit megnaðu so at enda at fáa mál burtur-úr, og tað fegnaðist eg sjálvandi um.
Og tað var eisini um reppið, at Jónhard sjálvur kom á talvuni, tá hann mest sum akrobatiskt hamraði til ein hoppandi bólt. Men tíverri endaði royndin ta ferðina beint á málverjanum hjá Sveis.
- Ja. Spyr meg ikki hví. Eg royndi bara onkursvegna at fáa skot á, og hevði eg rakt framvið málverjanum, var lagnan kanska ein onnur. Men tað gerst so ikki við, segði Skála -framherjin at enda.