- Vit kundu eins væl vunnið

Krumtappurin í verjuni hjá TB, landsliðsskiparin Óli Johannesen, helt eftir dystin móti B36 á Sevmýri sunnudagin, at heimaliðið eins væl kundi fingið øll trý stigini.
- Vit høvdu teir málmøguleikarnir, ið vóru í dystinum, og teir vóru í veruleikanum ongantíð veruliga vandamiklir framman fyri málinum hjá okkum, segði Óli Johannesen.
Óli sigur tó, at teir eru væl nøgdir við at fáa annað stigið, og ikki minst eru teir fegnir um, at teir spældu ein fínan dyst, eftir at avrikið á Skála í fyrsta umfarinum hevði verið alt annað enn nøktandi.
- Vit stóðu væl á vøllinum og hildu taktikkin. Hóast vit vóru nærri sigrinum, so er hýrurin á monnum góður eftir dystin, segði Óli Johannesen.
Veteranurin heldur, at ein av høvuðsorsøkunum, at tað ikki eydnaðist TB at vinna dystin, var ein sera vælleikandi Jákup Mikkelsen í B36-málinum.
- Jákup hevði fleiri framúrskarandi bjargingar, ið eg ikki vænti, at nakar annar málmaður í Føroyum hevði tikið, segði Óli Johannesen.