Hetta upplýsti stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes í Sosialinum í gjár. Hetta fer uttan iva at gera sítt til, at ferðslan fer at ganga lættari í framtíðini.
Tað eru kortini tey norðanfyri sum hava saknað eitt heilt annað skelti í sjálvum tunlunum á Borðoynni: Eitt skelti, sum greitt sigur at nú tú nærkast tunnilsmunnanum, eigur tú at snara annaðhvørt til høgru ella vinstru.
Hesi skeltini hava staðið á sínum plássi, men vórðu av einihvørjari orsøk tikin niður fyri langari tíð síðani. Sum støðan er í dag, eru hesi skeltini ikki sett uppaftur.
Hetta hevur undrað mangar av bilførarunum norðanfyri, tí tað er avgjørt neyðugt at vísa serliga nýggjum bilførarum hvønn veg tey skulu snara, tá tey koma út úr tunlunum.
Sum skilst á Oyvindi Brimnesi, so er ætlanin nú at taka hetta málið uppaftur. Tí, hesi skeltini eiga at verða á sínum fasta staði við eini ávísari fjarstøðu frá munnanum í tunlinum.
Óhugsandi er tí ikki, at hesi skeltini verða sett upp aftur í næstum.sb.