Fáa ikki ta lovaðu hjálpina

Hóast næstan fimm mánaðir eru lidnir síðani flóðalduvanlukkuna í Suðurasia, gongur endurbyggingin í Aceh-landspartinum ongan veg

Indonesiski landsparturin Aceh varð serliga meint raktur av flóðalduni annan jóladag í fjør, og altjóða samfelagiðjáttaði pengar til at endurbyggja býirnar og bygdirnar.

Men enn er arbeiðið nóg illa komið í gongd, sigur Kuntoro Mangkusubroto, sum vegna indonesisku myndugleikarnar hevur eftirlitið við arbeiðinum. Vanlukkan kostaði meiri enn 165.000 mannalív i Aceh, og viðurskiftini hjá teimum 600.000, sum sluppu við lívinum, eru at kalla einki batnað síðani, sigur hann.

Ein orsøk til, at so lítið er hent, er sambært Kuntoro Mangkusubroto, at altjóða samfelagið hevur drálað við at lata tað, sum londini lovaðu. Tað hevur havt við sær, at næstan 30 milliardir krónur eru ikki komnar fram enn, sigur hann. Men altjóða samfelagið hevur ikki alla skyldina, sigur samskiparin, tí teir indonesisku myndugleikarnir hava arbeitt alt ov seint.

Avleiðingin er, at fólk í tígjutúsundatali hava framvegis einki at búgva í, og arbeiðið at gera nýggjar vegir, brýr og havnir er ikki byrjað enn.