Av beinkinum og til bjargingarmann

Meinhardt Joensen í KÍ málinum bjargaði brotssparkinum frá Christian Høgna. Um alt hevði verið, sum tað skuldi, so hevði Meinhardt sitið á beinkinum.


- Ætlanin var, at Paul Clapson skuldi verja málið. Tá ið vit møttu til venjingar fríggjakvøldið, fekk eg at vita, at eg skuldi verja málið. Tað kom óvart á meg. Frágreiðingin var, at Paul hóskvøldið undir venjing var skaddur í einum fingri. Tí var hann í álopinum og ikki í málinum, greiðir KÍ málverjin frá.
                      Lúrdi tú hann av?
                      - Eg var orsøkin til brotssparkið. Tá ið dómarin hevði bríkslað fryktaði eg fyri reyða kortinum. Tað kom ikki, og tað var rættur dómur. Eg fekk beinanvegin góða kenslu um, at eg fór at bjarga. Tá hugsaði eg ikki um, at eg í 3-2 hevði sæð Christian Høgna skjóta tvey brotsspørk í Sørvági. Eg fekk beinanvegin fatan av, at hann fór at skjóta til vinstru fyri seg sjálvan. Eg fintaði eitt sindur, og tíbetur var eg heppin, staðfestir KÍ málverjin, sum rósar sínum liðfeløgum fyri góða skipan og stóran stríðsvilja.
                      - Eftir brotssparkið vendi tað okkum til fyrimunar. Vit vórðu sinniliga lyftir upp, og teir tóktust tyngdir.