lekar vóru rundan um vindeyguni og tók tí átta royndir inni á ymiskum kømurum fyri at vita, um fleiri lekar vóru. Articon skrivar til kommununa, at tað var heilt vátt í tveimum støðum, men at gipspláturnar [...] Tekjan er vát, tað lekur rundan um vindeyguni og og gipsplátur inni á kømrunum eru somuleiðis vátar. Fimm ár eftir bygging hevur Boðanesheimið stóran tørv á umvælingum. Umfatandi skaðar eru á útvegginum [...] Boðanesheimið, gjørdi ábøtur á tekjuni, blivu partar av tekjuni tiknir upp. Tá vísti tað seg, at konstruktiónin var vát. Stikkprøvar vórðu tiknir aðrastaðni í takinum og hesir vóru eisini rá- og vátligir
Trolbáturin Fiskaklettur fiskaði í ein landnyðring úr Fugloynni. Tað var av fínast veðri og blanka stilli. Teir høvdu eini 150 kassar inni. Tá ið teir skuldu koyra trolið út gjørdis ein av monnunum fastur [...] Viðareiði, heldur, at tað bara gingu millum ein og tveir minnuttir til teir høvdu fingið mannin umborð aftur. Maðurin hevði ikki fingið nakað av skaða. Tað einast hann merkti til, var at hann hevði eitt sindur [...] sjálvur lut í arbeiðinum umborð aftaná, og umleið eitt døgn aftaná vóru teir inni. Maðurin fór til lækna, tá ið hann kom heim, men tað vísti seg, at hann ikki hevði fingið nakran skaða í beinið. Hann skal tó
er umleið eitt stig kaldari enn sjógvurin úti á. Tað er eitt sonevnt hitamót, sum skilir sjógvin inni á frá tí ytra sjónum, og í hesi greinini er tað sjógvurin, sum er innanfyri hetta hitamót, sum verður [...] kølir tó ikki bara sjógvin inni á, men eisini úti á, og her er rættiliga stórur munur. - Inni á er sum kunnugt rættiliga grunt, og tí er lutfalsliga nógv minni av sjógvi inni á enn úti á. Tá ið røringur [...] dýpi, so tað er sjálvsagt, at her er meira sjógvur, ið skal kølast. Tí megnar luftin at køla sjógvin inni á meira enn sjógvin úti á. Aðrastaðni í greinini er nevnt, at hitamunurin á sjónum inni á landgrunninum
tann hátt at fáa teir longri fram. Hetta vistu Albert Ellefsen og hansara menn, tá teir fóru norður leygardagin, og so bar ikki øðrvísi á, enn at tað gekk beint mótsatt. Tað var heimaliðið, sum kom á odda [...] Andreas Dahl. Tað hevði ungi og skjóti álopsmaðurin hjá EB/Streymi í høgru, Vinjard Dam, lúrt av, hann kom ímillum og sendi bóltin í netið, og so var 1-0 og ikki minni torført hjá HB. Ferðin var ikki serliga [...] serliga høg, og tað hendi ikki so nógv óvæntað. HB hevði bóltin meiri, og teir vóru noyddir til at taka seg alt longri fram á vøllin, og tað bar í sær møguleikar fyri skjótum mótálopum til heimaliðið. HB hevði
tá, sigur Bjarni. ? Eg lat handilin upp á nýttárinum í ?54, og var tað mest skipsarbeiði eg tókst við tá. Her vóru nógv skip, og her var ongin blikksmiðja tá. Ja, nú fall fimmoyrað. Hetta er ein blikksmiðja [...] framvegis nóg mikið at gera. Men tað gongur longri og er tyngri, men dagarnir ganga sína gongd. Eg plagi at gera onkur smávegis arbeiði fyri fólk, um tað skal til, fortelur Bjarni ? enn eitt sindur ótryggur [...] at nógv var at gera. Seinni fór hann eisini undir at selja lutir til rørsmíð, og so við og við vaks handilin, og í dag selur hann alt millum himmal og jørð. Alt frá sjampo til blomsturfræ. ? Tað er framvegis
Starvsmannablaðnum sigur Sigmundur Poulsen, advokatur, hvussu umráðandi tað er, at starvsfólk ruddar eftir seg, ikki minst inni á telduni, tá ið farið verður úr arbeiði. Í greinini verður sipað til mongu [...] hava verið á Strandferðsluni í 1996. Har hevði eitt av starvsfólkunum "ruddað" meiri enn væl var eftir sær inni á teldudisklinum, í øllum førum sambært Strandferðsluni. Starvsfólkið, sum framman undan varð [...] av órøttum og at hann átti løn alla uppsagnartíðina. Felagið tapti í Føroya rætti, sum segði at tað var tænastubrot at sletta tilfarið, men fekk viðhald í Landsrættinum, sum segði, at tilfarið eftir umstøðunum
Tað er jóansøka í Vági, og harvið er tað FM kappróður á Vágsfirði ídag. Firvaldur av Tvøroyri hevur vunnið tríggjar tær fyrstu kappingarnar í barnaróðrinum fyri gentur, og harvið var Firvaldur favorittur [...] favorittarnar. Hinir bátarnir vóru væl aftari. Ørnin var knappar tvær bátslongdir aftari, og so var aftur tvær bátslongdir aftur til Knúk og uppaftur væl longri aftur til hinar bátarnar. 1 Firvaldur 03.03.49 [...] barnaróðrinum. Og genturnar hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag megnaðu tað, sum úrslitini undanfarnu ferðirnar løgdu upp til. Firvaldur var eina stóra hálva bátslongd undan Frúnni úr Miðvági, sum ikki frítt
grein, sum er full av bløðum. Ein lesari var inni á gólvinum og spurdi, um hann ikki kundi fáa hesa greinina í blaðið. Jú, tað var gamaní. Og soleiðis hendi tað, at eitt blað fult av greinum eisini innihelt
bussinum. ? Eg haldi so avgjørt, at tað virkaði væl tann tíð tað var, tí samskiftið millum bussarnar var gott, sigur Karin Hammer. Hon undirstrikar, at hon ikki heldur, at tað er ov galið, at onnur hava fingið [...] Hammer, skúlastóri í Kollafirði vera ov galið. ? Tað er ikki tað, at vit ikki unna øðrum góða tænastu, men tað er vorðin ein munandi verri tænasta, tá tað kemur til skúlakoyringina, sigur Karin Hammer. Hon [...] er túrurin enn longri hjá teimum, tí at tá fer bussurin inn til Kaldbaks eisini, síðani fer hann til Signabø og so allan vegin norður í Sund. Hesin túrurin varar úti við ein tíma, og tað halda bæði Dorthea
missiónshús. Tað var eisini gingið í kirkju, men bert tá veðrið var gott, tí tað var so langt at ganga út á Nes, har kirkjan var. Mamman var so lamin og hevði ofta nógva pínu, so tað var mest, tá altargongd [...] Hann var sjey ára gamal. Hann búsettist í Danmark og koma at føra skip hjá DFDS. Tað var nógv jørð í húsinum hjá teimum í Norði. Tey høvdu nógvan seyð og altíð 1-2 kýr. Hetta gjørdi, at tað var altíð [...] gera við øllum, sum var at gera í húsinum. Úrslitið varð tískil at hon bert versnaði. Lærari á Toftum var Johanna systir til Fríðrik Petersen, próst. Johanna var sera andalig, og tað var fast at hava andakt