Tað er altíð torført hjá mótsøðuliðunum at spæla móti EB/Steymi norðuri á Mølini. Og tað er ikki vorðið minni torført, nú Sverri Jacobsen hevur lært teir at rotta seg saman í verjupartinum og at lúra eftir møguleikum at fara í snárálop.
Skal verjan hjá EB/Steymi opnast, og skal dysturin gerast opin, so er alneyðugt at skora móti teimum tíðliga fyri á tann hátt at fáa teir longri fram.
Hetta vistu Albert Ellefsen og hansara menn, tá teir fóru norður leygardagin, og so bar ikki øðrvísi á, enn at tað gekk beint mótsatt.
Tað var heimaliðið, sum kom á odda, tá fyrra umfarið var gott og væl hálvrunnið, og HB menninir kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir fingu eitt mál ímóti sær. HB málverjin, Danny Rasmussen, legði eitt málspark út til vongverjan í vinstru, Hans Andreas Dahl. Tað hevði ungi og skjóti álopsmaðurin hjá EB/Streymi í høgru, Vinjard Dam, lúrt av, hann kom ímillum og sendi bóltin í netið, og so var 1-0 og ikki minni torført hjá HB.
Ferðin var ikki serliga høg, og tað hendi ikki so nógv óvæntað. HB hevði bóltin meiri, og teir vóru noyddir til at taka seg alt longri fram á vøllin, og tað bar í sær møguleikar fyri skjótum mótálopum til heimaliðið.
HB hevði onkran góðan møguleika, og royndirnar vóru ikki av leið, men Óla Kristian Djurhuus í málinum bjargaði onkra ferðina frágera væl, t.d. ta einu ferðina, tá hann sum ein køttur hekk uppi í horninum.
Átta minuttir undan leikloki eydnaðist tað máltjóvinum Hartvigi Joensen at javna. Hornasparksinnlegg varð stútað upp á tvørs aftur, og Hartvig setti krúllin undir bóltin, og so var mál og eitt stig í part.
Javnleikurin hevði við sær, at EB/Streymur hevur fýra lið niðanfyri seg, áðrenn teir leygardagin skulu til Leirvíkar at hitta venjaran frá í fjør, Harry Benjaminsen.
Hjá HB stendur væl til. Teir liggja javnir við B71 í toppinum, og tað er væl, tá hugsað verður um, at fyri tað mesta eru tað heilt ungir spælarar, sum Albert Ellefsen arbeiðir við. Í nógvum feløgum lata teir eykaspælararnar á besta liðnum, sum ikki fáa so nógva spælitíð, fáa dystarvenjing á næstbesta liðnum. Tað er ikki politikkurin hjá rumenska venjaranum, og tað hevur í hvussu so er við sær, at venjarin hjá næstbesta liðnum veit, hvørjar spælarar hann hevur at arbeiða við.