Dyrkaði korn undir 1. heimsbardaga

Elsa Olsen 100 ár.

Týsdagin 21. apríl verður Elsa Olsen á Argjum 100 ár. Tá ið hon fylti 99 ár høvdu vit eitt prát við hana. Hon var sera skilagóð og dugdi væl at greiða frá. Nú hon er 100 ár, hava vit aftur verið inn á gólvinum, og framvegis er hon eins hugnalig at koma inn til



Elsa býr einsamøll. Hon klárar seg uttan heimahjálp. Men hinvegin eru børn og verbørn trúgv at koma inn á gólvið at taka eina hond í. Elsu hevur altíð dámað væl at lisið, men nú eru eyguni so mikið farin, at hetta ikki liggur so væl fyri longur. Men hon hevur upplivað nógv og væl liggur fyri at lýsa hetta.


Ættað av Toftum


Elsa er ættað innan av Toftum. Mamman var Anna, ættað av Selatrað, og pápin hennara var Jógvan í Norði.

Foreldrini hjá Jógvani vóru Jákup Jacobsen og Elspa Malena, sum var ættað av Syðradali í Kallsoynni. Hon kom at tæna á prestagarðinum á Nesi, og soleiðis komu tey at kennast.

Tá vóru prestarnir eisini bøndur og høvdu neyt og seyð saman við hjálparfólki. Hetta er ikki longri síðan enn so, enn at Elsa minnist tað.

Á Selatrað átti Elsa mammubeiggjarnar Óli, Karl og Peter Hans Petersen. Hagar plagdu tey at ferðast. Eina ferð um árið mannaðu tey bát ein sunnumorgun og róðu til Selatraðar at vitja, og so heim aftur um kvøldið. Tey plagdu eisini at leggja at á Morskranesi, har tey áttu skyldfólk.

Tveir beiggjar Elsu vóru kendir skiparar, Hans og Mathias Jacobsen. Teir hava átt fleiri skip millum onnur Jógvan Norði, Elsa og Brimnes.

Tær vóru fimm systrar. Umfamt Elsu vóru tað Edel, Agnas, Frida og Simona.

Frida giftist yvir á Strendur við Gigga á Høvdanum. Hon doyði bert 27 ára gomul frá trimum synum. Ein teirra John kom at vera hjá foreldrunum hjá Elsu.

Ein sonur mammubeiggjan Óla á Selatrað vaks eisini upp hjá teimum. Hann og konan fingu nógv børn. Tey fingu tvær ferðir tvíburðar upp í slag við stuttum millumbili. Hetta setti Óla í eina tvístøðu. Konan kundi illa klára seg heima uttan hjálp. Men hinvegin mátti Óli fara burtur at forvinna til lívsins uppihald. Hann spurdi systrina á Toftum, um tey ikki kundu senda eina dóttir at hjálpa konuni, meðan hann var burtur. Elsa fór og var har eina tíð. Hon dugdi eisini at mjólka. Tað hevði hon lært heimanifrá. So hon gekk eisini burtur í haga.

Eitt av børnunum hjá Óla kom at vera hjá teimum, og var hetta Oleif Petersen. Hann var sjey ára gamal. Hann búsettist í Danmark og koma at føra skip hjá DFDS.

Tað var nógv jørð í húsinum hjá teimum í Norði. Tey høvdu nógvan seyð og altíð 1-2 kýr. Hetta gjørdi, at tað var altíð nóg mikið at gera hjá øllum í húsinum við mjólking, hoygging, torv og slakt.

Elsa var fødd minni enn tvey ár eftir, at mjólkabáturin Ruth fór at sigla. Hetta var fyrsta regluliga rutusamband tann vegin. Hon minnist eisini til, at tey senda mjólk til Havnar við Ruth. Nú bar til at fáa eitt sindur av kontantum burtur úr tí at hava kúgv. Tað var Marius Skaale, sum tók ímóti mjólkini.

Annar plagdi pápin at rógva út og gav hetta eisini eitt gott íkast til húsarhaldið.



Minnist 1. heimsbardaga


Elsa er so mikið gomul, at hon minnist 1. heimsbardaga 1914-18. Hon var fimm ár, tá ið bardagin byrjaði og níggju ár, tá ið hann endaði.

Serliga minnist hon, at tað kom so lítið av vøru til Føroyar. Hetta var serliga galdandi fyri korn, sum merkti, at tað fekst ikki stórvegis av mjøli. Tey fóru tí eins og mong onnur at dyrka korn.

Elsa hevði til uppgávu at saksa kornveltuna omanfyri húsini. Tað næsta var so at sáa í veltuna.

Tá ið kornið var komið upp á heysti, skuldu øksini skerast, og til hetta varð nýttur eina stórur sterkur knívur. Kornið skuldi so buntast.

Síðan skuldi kornið treskjast. Hetta merkir, at stráini skuldu hálast gjøgnum nakrar tættar rimar, so øksini dutta av.

Síðan var at turka kornið, og hetta varð gjørt í einum sodnhúsi.

Á gólvinum í sodnhúsinum var ein fýrakantur, har tað var kynt eitt bál. Øksini vórðu so løgd á eina hyll omanfyri eldin. Ein abbasystir plagdi at venda øksini, so tey tornaðu betri. Eisini plagdu tey at steikja epli í glóðunum, og var hetta rættiligt góðgæti.

Síðan varð kornið rist í einum sáldi, so dustið kundu sáldast frá. Hetta skreið so illa, tí dustið kom uppá klæðini og eisini inn at kroppin.

Tað seinasta stigið var so at mala kornið til mjøl. Tey høvdu kvørn í kjallaranum, so hetta lá væl fyri.

Mjølið varð bakað til drýl á komfýrinum, og hetta smakkaði óføra væl. Ja, hetta var ein heilt onnur verð enn nú!


Missión og skúli


Elsa minnist eisini væl, tá ið heimamissiónin kom inn á Toftir. Ein trúboðari, sum búði í Fuglafirði, kom út á Toftir at halda møti. Hann dugdi so avbera væl at syngja, og hetta var nakað, sum dámdi børnunum sera væl at lurta eftir.

Byrjað var at hava møti inni hjá eini einkju, men her gjørdist skjótt ov trongt, so mátti skúlin lænast. Seinni eru so komin fleiri missiónshús.

Tað var eisini gingið í kirkju, men bert tá veðrið var gott, tí tað var so langt at ganga út á Nes, har kirkjan var. Mamman var so lamin og hevði ofta nógva pínu, so tað var mest, tá altargongd var, at hon fór í kirkju.

Mamman hevði mjadnafeil, sum versnaði sum frá leið. Hetta gav eisini nógva pínu. Hon kundi sloppið frá síni plágu við at verða løgd í gips. Hetta vildi kravt eina longri sjúkralegu. Men hetta helt hon ikki, at hon kundi gera við øllum, sum var at gera í húsinum. Úrslitið varð tískil at hon bert versnaði.

Lærari á Toftum var Johanna systir til Fríðrik Petersen, próst.

Johanna var sera andalig, og tað var fast at hava andakt við byrjan á hvørjum skúladegi.

Tey vóru 80 børn til bert ein lærara. Tað var gingið í skúla annan hvønn dag, tríggjar dagar í viku. Flokkarnir vóru tríggir. Triði flokkur hevði fullan dag, og teir yngru flokkarnir máttu bíta ein skúladag millum sín. Men kortini lærdu tey væl.

Elsa man hava havt góð evni. Hon setti sær fyri at læra seg at lesa, áðrenn hon fór í skúla. Tí var hon ikki sør í lesing og skriving, tá ið skúlagongdin byrjaði.

Lærarin kom einaferð niðan til teirra og mælti til, at Elsa fór at lesa til lærara. Men hesum kom einki burturúr, helst hava umstøðurnar ikki verið til tað.


Sorgarleikurin við Onnu


Elsa minnist serliga ein sorgarleik, og hetta var, tá ið sluppin Anna fórst uttanfyri Grindavík á Suðurlandinum í 1924 við 17 monnum. Átta av teimum vóru av Toftum og Saltnesi. Hetta var snøgt sagt ræðuligt og rakti bygdina sera meint.

Ofta er tað tilvildin, sum ger av, hvør ið er við ein slíkan túr. Beiggin Hans hevði verið við árið frammanundan og skuldi við aftur. Men hann var so ringur av iskias, at hann kundi ikki fara, og tað bjargaði honum lívið. Hann kom at sigla stóran part av lívinum, og seinastu árini var hann kendur sum skipari á Brimnes.

Beiggin Mathias kom at gerast ein partur av hesum sorgarleiki. Tey flestu líkini komu á land og vórðu førd til Reykjavíkar. Her lógu nógv føroysk skip inni, og Mathias var við einum av teimum. Hann var tískil við til at eyðmerkja líkini. Tað hevur verið hart hjá honum at síggja menn, sum hann fyri kortum hevði sæð sum raskar og livandi menn, nú liggja lík. Menninir vórðu síðan jarðaðir í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík.


Konfirmerað


Elsa varð konfirmerað í Lorvík. Tá skuldi “gangast til” í eina viku áðrenn konfirmatiónina. Hesa tíðina varð búð hjá skyldfólki.

Í dag tekur tað eitt korter at koma av Toftum til Lorvíkar. Tá í tíðini fóru tey fyrst við báti inn til Søldafjarðar. Haðani var gingið fyrst til Norðragøtu, sum var nøkurlunda fram eftir sløttum. So var farið um Lorvíksfjall til Lorvíkar. Men her vóru eisini framstig hend. Ovast uppi vóru nevniliga gjørdar bæði trappur og gelendarar, sum lætti um gongdina.

Konfirmationsbúnin hjá gentum tá var svartur kjóli. Tað vóru bert tvær gentur, sum vóru í hvitum kjóla.

Prestur var danin Vilhlem Nielsen. Ein dóttir hansara gekk í klassa saman við Elsu.

Ein sonur var Tage, sum gjørdist lækni og flutti til USA. Hann var aftur í Føroyum og ferðaðist seinni. Nielsen var eitt fittur prestur og hevði góðar talur.



At tæna og so giftast


Elsa kom at tæna ymsa staðni, sum tað eisini tá var vanligt hjá gentum. Eisini at passa konur upp, sum skuldu eiga. Hon kom at tæna hjá systir síni Agnas, sum var gift við Sámal Rubeksen í Smiðjustovu í Havn. Tey búðu tætt við, har Køkubúðin var.

Elsa giftist í 1929 við Óla Jákup Olsen av Argjum, har tey búsettust. Hann var sonur Óla Ing, sum varð kallaður so, tí konan æt Inga. Á Argjum vóru tá 16-18 hús. Nú eru tey 650, og talið veksur skjótt!

Óli sigldi til kríggið byrjaði. Hann var millum annað við trolaranum Torfinni. Hann var eisini ein av teimum føroyingum, sum fóru við italienskum trolarum at fiska í Barentshavinum. Men hetta gekk ikki væl. Tað var okkurt galið við trolaranum, og teir lógu so nógv inni, at teir fóru heim aftur.

Síðan fór Óli at arbeiða á landi, mest í Havn. Hann arbeiddi millum annað á ísvirkinum hjá Valdemar Lützen og eisini hjá Balslev. Tá var at fara til gongu báðar vegir. Varð arbeitt leingi, fór Elsa við døgurða til hansara.


Sá ikki dótrina í seks ár


Tey bæði fingu átta børn: Nancy, Anna, Erling, Judith, Jógvan, Frida, Niels Edvard og Gunnar.

Anna fekk eina harða lagnu. Hon var deyv umframt onnur brek. Tá ið Anna er átta ára gomul fáa foreldrini boð um, at Anna skal sendast til Danmarkar á deyvaskúla. Hetta var í sær sjálvum hart, tí hetta merkti, at hon bert vildi koma til Føroyar eina ferð árliga.

Men so kemur bardagin, og bar hetta við sær, at einki samband var teirra millum í seks ár.

Tá Anna er 16 ár kemur hon kortini heim aftur. Tá hendi ein skakandi hending. Anna var so forlipt í sínum lítla beiggja Gunnar, at hon vildi so fegin sleppa at trilla hann í sínum barnastóli. Men hetta mátti vera undir eftirlitið.

Hendan vanlukkuliga dagin fer Elsa inn á Toftir á morgni uppá at koma aftur um kvøldið.

Elsa er ikki meira enn komin inn á Toftir, tá ið hon fær hesi ógvusligu boðini, at Gunnar í sínum vogni er farin útav hamrinum úti á Argjaboða. Hetta var ikki gamansleikur, tí Elsa visti hvussu høgt hetta var. Hon mátti í skundi fáa sær fart suður aftur til Havnar.

Tá var tað hent, at Anna var farin at trilla við Gunnari út á Argjaboða við vogninum. Tá kemur ein hundur og Anna slepti vogninum fyri at reka hundin burtur. Men vognurin fór á rull og útav, har sum bakkin omanfyri fjøruna var hægstur.

Men til alla eydnu var Gunnar íbundin. Vognurin er komin niður á øllum fýra hjólum við Gunnari í. Tí hendi ikki nakað álvarsligt. Men Elsa heldur, at hetta var eitt Guds undur.

Men hvøkkurin var øgiligur hjá øllum. Anna fekk eitt slíkt bakkast, at hon mátti fara niður aftur á stovn, har hon var, til hon doyði 67 ára gomul.

Judith er gift í Schweits og Nancy í Bretlandi. Hini børnini búgva í Havn og Argjum.

Elsa gongur framvegis í kirkju og møti, har hon eisini hittir nógvar av sínum góðu vinum.

Elsa eigur 15 ommubørn og 20 langommubørn.

Tað var hugnaligt aftur at hitta hesa fryntligu kvinnu. Vit fara at ynskja Elsu hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum, sum hon ber virðiliga. 


ó.