Skúlabørn í Kollafirði longri dag

Tá Bussleiðin í Havn var umløgd, merkti tað samstundis fyri skúlabørnini í Kollafirði, at teirra dagur heimanífrá gjørdist munandi longri, enn hann var áðrenn jól

Í Degi og Viku týskvøldið var eitt innslag um busskoyringina millum Kollafjørð, Kaldbak og Havnina. Síðani Bussleiðin í Havn varð umløgd, er dagurin hjá teimum, sum dagliga nýta hesa leiðina úr Kollafirðið vorðin munandi longri.
Skúlabørnini úr Kollafirði, sum ganga í framhaldsdeild, ganga í Eysturskúlanum, og tey mugu nú 25 minuttir fyrr heimanífrá um morgunin enn áðrenn jól. Dorthea Joensen, forkvinna í skúlastýrinum í Kollafjarðar skúla sigur, at børnini í Signabø skulu sum nú er heimanífrá klokkan 6:55 og eru ikki heima aftur fyrr enn klokkan líður ímóti hálvgum seks á kvøldi.
? Tað er ein sera langur dagur hjá teimum, heldur hon.
Bussurin fer av Signabø klokkan 6:55 og fer so norður í gjøgnum alla Kollafjarðar bygd, áðrenn hann fer aftur til Havnar. Hann steðgar eisini í Kaldbaksbotni á vegnum.
Tá skúlabørnini skulu heimaftur, er túrurin enn longri hjá teimum, tí at tá fer bussurin inn til Kaldbaks eisini, síðani fer hann til Signabø og so allan vegin norður í Sund. Hesin túrurin varar úti við ein tíma, og tað halda bæði Dorthea Joensen, skúlastýrisforkvinna og Karin Hammer, skúlastóri í Kollafirði vera ov galið.
? Tað er ikki tað, at vit ikki unna øðrum góða tænastu, men tað er vorðin ein munandi verri tænasta, tá tað kemur til skúlakoyringina, sigur Karin Hammer. Hon vísir eisini á, at áðrenn Bussleiðin varð boðin út, var ein skúlabussur í Kollafirði til skúlabørnini, sum koyrdi fýra ferðir um dagin, so øll sluppu heim, tá tey vóru liðug. Eisini var tá ein lítil bussur, sum koyrdi frá Signabø til Kollafjarðar eftir skúlabørnum. Um ongi skúlabørn vóru, so varð sagt frá úr bussinum.
? Eg haldi so avgjørt, at tað virkaði væl tann tíð tað var, tí samskiftið millum bussarnar var gott, sigur Karin Hammer. Hon undirstrikar, at hon ikki heldur, at tað er ov galið, at onnur hava fingið betur tænastu, men hon heldur tó, at tað er sera løgið, at ein túrur við almennu leiðini úr Havn til Kollafjarðar ella umvent, skal taka næstan ein heilan tíma.
Til samanberingar kann nevnast, at tað tekur umleið hálvanannan tíma at koyra við Bygdaleiðum úr Leirvík til Havnar.
Karin Hammer sigur, at hon hevur ikki tosað við børnini um hetta. Og hon leggur afturat, at skúlin er vorðin spurdur um, hvussu tíðirnar passa við tímatalvurnar.
? Og tað gera tær so í øllum førum her hjá okkum, sigur skúlastjórin í Kollafjarðar skúla, men hon heldur tó, at tænastustøðið er minkað.