Avdúking: Her lekur um vindeyguni og tekjan er vát

Fimm ár eftir bygging hevur Boðanesheimið stóran tørv á umvælingum.

Tekjan er vát, tað lekur rundan um vindeyguni og og gipsplátur inni á kømrunum eru somuleiðis vátar. Fimm ár eftir bygging hevur Boðanesheimið stóran tørv á umvælingum.

 

Umfatandi skaðar eru á útvegginum á Boðanesheiminum. Tað sæst í kanningum, sum Articon hevur gjørt í samband við umvælingar. Kanningarnar vísa, at fuktur er staðfestur í takkonstruktiónini og at lekar eru rundan um vindeyguni. Lekarnir hava gjørt umfatandi skaða á gipspláturnar í útvegginum.

 

Í samband við, at Articon, sum bygdi Boðanesheimið, gjørdi ábøtur á tekjuni, blivu partar av tekjuni tiknir upp. Tá vísti tað seg, at konstruktiónin var vát. Stikkprøvar vórðu tiknir aðrastaðni í takinum og hesir vóru eisini rá- og vátligir. Kommunan heitti tí á Martin E. Leo sp/f at gera kanning av takinum. 

 

Boðanesheimið er eitt eldrabúpláss, sum liggur yviri við Strond í Havn. Fyrstu av teimum 64 búfólkunum fluttu inn í desembur 2012. 

 

Articon varnaðist eisini, at lekar vóru rundan um vindeyguni og tók tí átta royndir inni á ymiskum kømurum fyri at vita, um fleiri lekar vóru. Articon skrivar til kommununa, at tað var heilt vátt í tveimum støðum, men at gipspláturnar næstan alla staðni eru eitt myrkar. Hetta fer at krevja stórar ábøtur, siga fakfólk, sum Miðlahúsið hevur tosað við um málið.