Nakað heilt serligt er við at koma inn í handilin hjá Bjarna Hansen í Saltangará. Handilin liggur miðskeiðis í býnum, so sentralt sum tað nú einaferð ber til.
Tá tú kemur innar, uppdagar tú beinanvegin, at hetta er ikki sum allir aðrir handlar. Har er lítið og trongt. Allastaðni runt í handlinum standa lutir og onnur smáting, og tú byrjar at ivast í, hvat hetta er fyri ein handil, og lítið nyttar at fara útum at hyggja eftir skeltinum, tí onki skelti er. Óruddiligt er eisini, men hóast alt, so er handilin sjarmerandi ? á sín egna, heilt serstaka hátt. Í krókinum situr ein eldri maður, og býður okkum vælkomin.
Bjarni er 74 ára gamal, men sær yngri út. Ikki serliga høgur. Hann er gráur um vangarnar, og eisini er farið at fækkast við hári. Men hann er blíður og fryntligur á at líta. Tær grønu smekkibuksurnar og keppurin, sum liggur við síðuna av kassaapparatinum siga, at her situr ein býarmynd í Runavík.
Í byrjanini er Bjarni ikki nakað serliga prátingarsamur. Stillur og lítillátin í medferð. Heldur ikki, at hann dugir at fortelja nakað, sum hevur áhuga fyri onnur. Men tá prátið veruliga er komið á glið, stendur ikki á við at fortelja.
? Eg flutti til Runavíkar á heysti í 1953 úr Hósvík, og havi verið her síðani tá, sigur Bjarni.
? Eg lat handilin upp á nýttárinum í ?54, og var tað mest skipsarbeiði eg tókst við tá. Her vóru nógv skip, og her var ongin blikksmiðja tá.
Ja, nú fall fimmoyrað. Hetta er ein blikksmiðja, sum eisini selur gávulutir. Helst tann einasta av sínum slag í øllum Føroyum, ja, kanska enntá øllum kongaríkinum.
Nógv at gera
Bjarni fortelur víðari, at nógv var at gera. Seinni fór hann eisini undir at selja lutir til rørsmíð, og so við og við vaks handilin, og í dag selur hann alt millum himmal og jørð. Alt frá sjampo til blomsturfræ.
? Tað er framvegis nóg mikið at gera. Men tað gongur longri og er tyngri, men dagarnir ganga sína gongd. Eg plagi at gera onkur smávegis arbeiði fyri fólk, um tað skal til, fortelur Bjarni ? enn eitt sindur ótryggur á málinum. At tosa við tíðindafólk er helst ikki nakað, ið hevur ligið fremst í hansara dagsskrá.
Eg hyggi meg um í handlinum. Tað tú leitar eftir í øðrum handlum, men ikki finnur har, er stórur møguleiki fyri, at tú kanst finna inni hjá Bjarna. Jólapappír, jólapynt, urtapottagoymarar, nipsting, sjampo, hosur... Ja, enntá eitt lítið hjarta, sum plagdi at hanga á barnavognum tá eg var lítil við áskriftini "Rør mig ikke!" hongur á einum knóra.
Glaður fyri blikksmíð
Bjarni er útlærdur blikksmiður.
? Eg havi altíð verið serliga glaður fyri blikksmíð. Blikksmíð er tað eg kalli fyri veruligt hondverk. Og hetta er farið í søguna nú. Tá eg lærdi gjørdu vit mjólkaspannir, mjólkadunkar, grýtur, breyðskuffur, liturmál, os.fr. Alt hetta verður ikki gjørt á sama hátt longur, greiðir Bjarni hugagóður frá.
Tá farið varð undir skipsarbeiði, gjørdi Bjarni roykrør, grýtur, ketlar, takrennur og nógv annað. Eisini varð hetta sett upp, um tørvur var á tí. Og heldur Bjarni, at hetta var eitt áhugavert arbeiði, ein røtt lívsambitión.
? Ein kann róliga siga, at mítt arbeiði hevur verið mín hobby. Eg veit ikki, hvussu leingi eg fari at halda fram. Tað stendur ikki í mínari makt. Ein veit ikki, hvussu leingi ein livir..., sigur Bjarni, avgjørt, men róliga.
Spurt verður um nógv fólk hyggur inn á gólvið hjá honum. Bjarni svarar, at tað er ikki nógv, men nakað.
? Eg selji alt møguligt. Gávulutir, urtapottar, fræ at sáa, summarplantur, trærunnar. Fólk keypa eisini rørdeilir frá mær. Og tað fari eg at selja, til tað einaferð verður uppi.
Bjarni sigur, at lítið av nýggjari vøru kemur inn. Ikki nakað, ið er vert at nevna.
? Eg havi altíð havt ábyrgdina av handlinum og virkseminum sjálvur. Bankin og eg hava átt tað, sum er at eiga.
Prátið gongur eitt sindur trekari, og nú er tíðin komin at takka fyri seg. Tann serligi roykurin av handlinum, óruddið, Bjarni, jólapyntið og blómurnar standa innanfyri, tá hurðin verður latin aftur.