Føroyska U19-kvinnulandsliðið í flogbólti vann silvur í NEVZA kappingini, ið hevur verið leikt í høllini á Hálsi í Havn.
Í finaluni máttu føroysku kvinnurnar lúta 0-3 fyri Danmark, tó var munurin lítil í tí triðja settinum.
Danmark-Føroyar 3-0 (25-16, 25-18, 25-23)
Føroyska U19-manslandsliðið tapti í dystinum um triðja plássið 1-3 fyri Íslandi. Føroyar vunnu fyrsta settið, men máttu so lúta í trimum teimum næstu settunum. Tó var munurin sera lítil í fjórða settinum.
Ísland-Føroyar 3-1 (16-25, 25-20, 25-17, 25-23)
FBF skrivar:
- Tríggir føroyskir leikarar á Dream Team í 2025 NEVZA U19.
Nicola Toftegaard kom á dream team sum kantur hjá kvinnunum.
Vuk Ilic kom á dream team sum miðja hjá monnunum, og bróðir hansara Filip Ilic kom á dream team sum kantur. Skrivar FBF.










